Ummæli: Útgávukonsert hjá Lyon

Ummæli: Útgávukonsert hjá Lyon
60’ini í einum døprum modernaðum hýri. Lyon var fantastiskur eina løtu og hálvhjartaður eina aðra
25.07.2015 - 12:45

Popput upphiting

Eg royni at finna mær eitt sitipláss í proppfyltað hølinum, har Lover Lover longu eru byrjaðir at spæla. Teirra tónleikur og framførsla er tíbetur betri enn teirra altíð vánaliga, men fitta skemtarí. Serliga leggi eg merki til harða trummuspælið hjá unga Hjørti Háberg, sum riggar serliga væl til tað elektroniska hjá popduo’ini. Røddirnar hjá Peturi og Filipi harmonera so væl.

 

Konsertin flytir seg frá at vera friðarlig til at vera óhóskandi, har tað er alt ov góður stemningur til sitandi áskoðarar. Feitt elektroniskt blandað við rokki.

 

 

Lyon setir konsertina við einari feitari blues rødd, ið minnir meg um ein snjallan Ray Charles. Hann prátar við áskoðararnar á ein avslappaðan máta og hugleiðir um religión og deyða. Sangurin, Blood, hevur ein baptistastemning yvir sær, men snýr seg um blóð og deyða. Ein blanding, ið riggar ófatiliga væl.

 

 

Klaverið!

Næsta lagið, Glowing in the Dark, hevur eitt hoppandi klaverspæl a la Dánjal, sum ger tað ringt at standa still. Lagið er dapurt á ein festligan máta, sum hann megnar at blanda so vakurt saman. At enda eitt gittarariff, sum ger munin.

 

Nógvir av sangunum hjá gøtumanninum ljóða sum filmstema. Ode to War minti meg um ein actionfilm við nógvum lekkrum larmi. Hann syngur upp á ein serstakan harðan máta, sum fær meg at avreagera innaní. Lagið er ein lang upptakt, sum eg vóni aldrin endar. Brádliga hoyrist eitt skríggj, sum er Lyon, ið syngur í gittaran, meðan hann bendir gittaratónarnar. Fantastiskt samanspæl.

 

 

Scrapbook, eitt instrumentalt lag, við einari góðari gittarasolo, tykist ikki fullkomið. Eg sakni tað síðsta, sum ger sangin til nakað vakurt, sum eg veit, at hann dugir.

 

Eitt dapurt flogvit

Lagið Sleep byrjar við einum lekkrum djúpum trummuljóði, ið bjargar klaverspælinum, sum hesa ferð tíverri ikki er fangandi. Øll instrumentini saman geva ein spøkilsisstemning.

 

Hansara rødd varierar nógv, hesa ferð til eitt dapurt ljóð. Tað myrka er uttan iva hansara styrki.

 

 

Einasta føroyska lagið er skrivað saman við Peturi Pólson. Teksturin og lagið er vakurt, og hann syngur tað høgt og eymt. Alt harmonerar sera væl.

 

Bungrrrhja!

Lagið, Monkey, byrjar við einum braki. Eitt hart, argandi lag, sum er toppurin av kvøldinum.

 

 

Allir sangirnir hava eina heila søgu við sær bæði frá teksti og lagi, og tað gevur konsertini eina heildarkenslu yvir sær. Øll tykjast ovfarin av hesum gávuríka manni og standa í kø eftir autografi.

 

28 ára gamli Lyon Hansen hevur fantastiska stórt potentiali, sum tíverri ikki varð brúkt til fullnar á fløguni, hóast fjøldin í gjárkvøldið tóktist at vera ósamd við mær.

 

 

Eg gevi Lyon og dugnaligu spælimonnum hansara 4 út av 6 møguligum R’um.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.