Ummæli: Vælvera fitness

Ummæli: Vælvera fitness
Komandi vikurnar fara vit at ummæla venjingarmiðstøðirnar í Tórshavn. Fyrsta venjingarmiðstøðin er Vælvera fitness.
22.01.2018 - 14:27

Nú nýggja árið er komið, og fleiri fara oman í venjingarmiðstøðirnar kring Havnina, so eg havi eisini leitað mær oman at venja, og meta um ymsu venjingarmiðstøðirnar nøkta míni krøv. Fyrsta miðstøðin, ið skal uppá vektina er Vælvera Fitness. Vælvera Fitness lat upp fyri fyrstu ferð tann 1. oktobur 2010 í Runavík. Eftir hetta komu venjingarmiðstøðir í Tórshavn í 2011, í Vestmanna í 2013 og í Vági í 2015.

 

Eg fari at meta um ymisku tingini tey hava at bjóða uppá, og hvussu umstøðurnar eru at venja í. Serliga fari eg at hyggja at, hvussu møguleikarnir eru hjá lesandi.

 

Upplatingartíðir:

 

Undir lesnaði eru fólk upptikin av nógvum arbeiði, heimaarbeiði, og kanska eisini av eitt sindur ov nógvum netflix. Av tí sama kann tað vera eitt sindur trupult at fáa dagin at ganga upp, so tað er sera týdningarmikið, at ein venjingarmiðstøð, har lesandi fara, hevur opið ‘leingi’.

 

Í Vælveru fitnnes er opið frá 05:30 til 22:00, mánadag til hósdag. Fríggjadag er opið klokkan 05:30 til 20:00, og í vikuskiftinum er opið frá 07:30 til 18:00.

 

Hetta er vanligt samanborið við hinar venjingarmiðstøðirnar. Tó haldi eg at tað hevði verið ógviliga deiligt, um tað var longri opið fríggjadagar, og í vikuskiftunum. Nøkur av okkum arbeiða rættiliga leingi hesar dagarnar, og fáa av tí sama ikki vant eftir arbeiðsdagin. Eisini fyllir heimaarbeiði nógv.

 

Vektir og maskinur:

 

Vælvera fitness hevur eitt hampuliga fjølment úrval av maskinum, tey hava rennibond, rógvimaskur og ymiskt annað. Eisini hava tey eitt hølið, har allar vektirnar eru, til tey ið best dáma at venja við frívekt, heldur enn við maskinum.

 

Sjálvur passi eg best í hendan seinna bólkin, altso frívektir, og her haldi eg at umstøðurnar eru okay. Ikki fantastiska góðar, men heldur ikki vánaligar. Maskinurnar tykjast at vera fínar.

 

Hølini:

 

Hølini hjá teimum eru rúmlig, ljós og rein. Tey hava eitt økið, har tú kanst leggja máttur, tá tú skalt gera eitt nú armboyggingar, og annað tílíkt. Nakrir partar av hølunum haldi eg tykjast, sum teimum tørvar “eina kærliga hond”. Av tí at hølini eru so mikið rúmlig, so eru tey eisini eitt lítið sindur køld. Hetta ger tað eitt sindur minnið stuttligt at byrja at venja, men so skjótt sum man verður heitur, so er tað ógvuliga deiligt at tað ikki er alt ov heitt.

 

Skiftingarrúmini eru ikki heilt so stór, og um tú skalt goyma okkurt virðismikið, so mást tú gera tað í skápunum, sum eru niðri undir, av tí at tað ikki ber til at steingja skápini í skiftingarrúminum. Hetta er ikki eins og lætt um tað var í sama hølið.

 

 

Les eisini: 5 góð ráð til tín, sum ætlar at byrja at venja

 

 

Kostnaður:

 

Fyri at venja í 1 mánað, skal ein gjalda 369 kr., og um hetta er fyrst mánaðurin tú venur, so kostar tað 199 kr. at stovna haldið. Eisini ber til at keypa eitt 12 mánaðar hald, ið kostar 299 kr. um mánaðin, hetta er eitt bindandi hald. Ein einkul venjing kostar 80 kr.

 

Lesandi, og pensionistar, fáa avsláttur á 1 mánaðar haldið, soleiðis at tað kostar 299 kr. um mánaðin. Eisini hevur Vælvera ymisk onnur tilboð, og hald, at bjóða.

 

Hóast hetta er eitt tað bíligasta staðið hjá einum lesandi at fara at venja, so er hetta enn alt ov dýrt hjá einum lesandi, ið einans fær smáar 1800 kr. um mánaðin í studningi.

 

Serlig ting:

 

Í Vælveru fitness eru sum heild ikki so nógv fólk. Hetta er sera deiligt, tí at tað merkir at tú sjálvdan skal standa og bíða eftir maskinuni, ella vektunum, tú ætlar tær at nýta. Eisini kann tað vera gott, um tú ert ein, ið ynskir at fáa eitt sindur av friði at venja í, ella um tú er ein, ið ikki dámar at venja framman fyri ov nógvum fólkum.


Eg meti tað ikki vera heilt so týdningarmikið, at fá fólk eru har, tá ið eg venji, men tað er als ikki so galið at sleppa fram at vektunum, og maskinunum, so skjótt eg eri klárur til næstu venjing.

 

Heildarmeting:

 

Sum heild er venjingarmiðstøðin, Vælvera fitness, rættiliga góð. Tey hava eitt fínt úrval av maskinum og vektum, hølini eru rúmlig og har eru ikki so nógv fólk. Tey hava tilboð til lesandi sum avgjørt er eitt stórt pluss, tó er tað framvegis ov nógv at gjalda hjá einum lesandi.

 

Nøkur ting kundu verið eitt sindur betri, so sum upplatingartíðirnar í vikuskiftinum, og at nakrir partar av hølunum treingja til eitt sindur av einum “face-lift”.

 

Út frá hesum gevi eg Vælveru fitness 4 út av 6 R’um.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.