Leikirnir eru lesarabrøv

Leikirnir eru lesarabrøv
- Mínir leikir eru lesarabrøv. Mær dámar væl leikir, ið vísa á ymisk sjónarhorn. Leikirnir skulu skapa kjak, og eg brúki mínar dygdir at geva samfelagnum nakað aftur, sigur Sóley Danielsen, sjónleikari
28.07.2015 - 10:30

- Og veitslan helt á í fimm dagar. Bamm. Liðugt!

- Er tað ikki nokk so greitt?

 

Sóley Danielsen og ljóðmaðurin, Baldur Meitil, leggja seinastu hond á verkið, áðrenn Sóley skal á pall at spæla einmansleikin Óðins eyga.

 

27 ára gamla Sóley Danielsen hevur stovnað leikbólkin, InTime Theatre, sum hevur sett tveir leikir upp. Tann fyrri var einmansleikurin, Einki Orð, og tann seinni er Óðins eyga, sum í hesum døgum verður sýndur á Tjóðpallinum. Sóley er útbúgvin sjónleikari frá universitetinum, Kogan Academy of Dramatic Arts.

 


Sóley og Baldur leggja seinastu hond á verkið

 

Óðins eyga

Samstarvið til leikin hevur eina stuttliga søgu. Tað er fornaldarfrøðingurin, Dallas DeFée, sum hevur skrivað leikin, og maður hennara, ið hevur leikstjórnað. Sóley kom at kenna parið, meðan hon las í London.

 

- Eg kom at kenna tey, tá ið tey eitt skifti vóru heimleys í London. Eg bjóðaði teimum mítt gestakamar at búgva í fyribils. Tey búðu hjá mær í tríggjar vikur og funnu síðani eina íbúð tætt við.

 

Leikurin, Óðins eyga, varð fyrstu ferð sýndur í Svøríki. Parið setti seg síðani í samband við Sóley, ið valdi at seta leikin á pall.

 

- Tilgongdin hevur verið nakað øðrvísi. Leikstjórin hjá mær hevur verið við umvegis Skype, meðan eg havi vant. Tað hevur riggað ordiliga væl, sigur Sóley.

 

 

Einmansleikur

Ein serlig avbjóðing við at spæla einmansleik er, at mann skal spæla ymsir persónar. Í Óðins eyga eru fleiri ymiskir leiklutir, ið hava ymiskan kropsburð, rødd og søgu.

 

- Tað er neyðugt at strekkja væl út, tí leiklutirnir eru so ymiskir. Eg má ansa væl eftir, at eg ikki fái hald í nakkan.

 


Tað er týdningarmikið at strekkja væl út

 

- Eg má altíð hita kropp, høvd, rødd og tungu upp. Tann viktigasti muskulin hjá einum sjónleikara er tungan. Tað gongur ikki at hava leysa tungu, tá mann spælir sjónleik.

 

Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu mann kemur í karakter. Sóley sigur seg vera ógvuliga old school. Áskoðararnir skulu ikki fáa alt serverað, men heldur kunna brúka sítt egna hugflog.

 

- Eg tími ikki at brúka 'method acting'. Method acting vil siga, at skalt tú spæla ein víkingur, so fert tú á eitt víkingaskip og roynir at spæla víkingur. Nógvir Hollywood leikarar fáa yvirdosis av tí. Eg haldi, at mann kann brúka sítt hugflog ístaðin.

 

 

Fleiri verkætlanir ávegis

Summi hava kanska bitið merki í, at Sóley einamest hevur spælt einmansleikir.

 

- Summi halda kanska, at eg eri snedig og ikki dugi at samstarva, tí at eg bara spæli einmansleikir, men tað er bara av tilvild. Í løtuni eru nógvar verkætlanir í gongd bæði við sjónleiki og filmi.

 

Sóley er partur av fleiri verkætlanum, sum verða avdúkaðar í framtíðini. Sóley fer at vera við í onkrum størri sjónleiki seinni í ár. Eisini fer hon at vera við í tveimum føroyskum stuttfilmum. Annar er 'Fuck it" hjá Trygva Danielsen, har hon og Búi Dam spæla við. Hin filmurin er loyniligur, men verður eftir ætlan sýndur á Geytanum.

 

Niðanfyri er eitt brot úr filminum, Kom og dansa, eftir Andrias Høgenni, har Sóley spælir við.

 

- Fái íblástur, sjálvt um eg skifti blæur

Hóast Sóley er sjónleikari, so fæst hon eisini við annað fyrifallandi arbeiði. Hon hevur m.a. undirvíst í sjónleiki og havt nøkur skeiðir. Eisini hevur hon verið avloysari á ymsum barnagørðum, haðani hon eisini fær íblástur.

 

- Eg elski at fortelja søgur! Spontant havi eg viðhvørt framført eitt brot úr leikinum fyri børnunum í barnagarðinum. Tey elska tað. Eg brúki tað, sum eg læri á mínum arbeiðsplássi, sjálvt um eg eisini skifti blæur.

 

- Mínir leikir eru lesarabrøv

Tað nyttar ikki at sita hendur í favn. Sóley tók í egnan barm og stovnaði tískil leikbólkin InTime Theatre. Sóley er ógvuliga produktiv og vil gjarna geva samfelagnum nakað aftur við sínum sjónleiki.

 

- Mínir leikir eru lesarabrøv. Mær dámar væl leikir, ið vísa á ymisk sjónarhorn. Leikirnir skulu skapa kjak, og eg brúki mínar dygdir at geva samfelagnum nakað aftur. 

 

 

Niðanfyri sært tú ein stuttan teasara frá leikinum, Óðins eyga, sum verður sýndur á Tjóðpallinum næstu dagarnar. 

 

 

Myndir: © Hanna Vang

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.