- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eg helt, tað var ein hørð, gummikend riva
Vit vita øll, at vit vita ikki alt. Men onkuntíð er tað stuttligt at hyggja aftur og síggja, júst hvussu lítið vit í veruleikanum skiltu.
Á heimasíðuni Reddit, har einhvør kann siga sína meining dulnevndur, er í løtuni ein tráður, har fólk kring heimin fortelja, hvørjar pínligar tankar og misfatanar tey høvdu um sex, áðrenn tey sjálv høvdu upplivað tað, og svarini eru líka stuttlig, sum tey eru erlig.
Áhaldni, ljóð og útsjónd
-Mín størsta misfatan var, at eg fór at klára at halda longri enn 7 sekund...
- Eg helt, at murturin líkasum bara legði seg oman á fisuna. Eg bleiv fullkomuliga sjokerað, tá eg fann útav, at hann faktiskt skuldi inn í hana.
- At skjótari, uttan iva, altíð var betri.
- Eg ánaði ikki, hvussu bleytt undirlívið er. Eg helt bara, at tað var ein hørð, gummikend riva.
Les eisini: Manglar orgasman?
- Alt ljóðið! Eg roknaði við, at tað fór at verða friðarligt og romantiskt. Væntaði ongantíð at hoyra slurp og slask.
- Eg var sannførdur um, at vánaligt sex og vánalig blowjobs ikki vóru til.
- At mann bara skuldi halda murtin stillan. Eg ánaði ikki, at mann skuldi koyra hann aftur og fram. Tað segði pornoblaðið einki um.
Les eisini: Hússj: Ikki nógv, ið hava xxxað vinkonuna
- Eg helt, at tað ongantíð var neyðugt at fleyga sær aftur, tá mann ikki longur var jomfrú.
- At jú lekkrari persónurin var, jú betri var alt. NOPE!
- Eg trúði ikki uppá, at sex var betri við einum, sum tú vart góður við. Eg fór skeivur.
- Eg hugsaði ongantíð um, at alt, sum fer upp, má koma niður aftur....
Hvørjar misfatanir um sex hevði tú? Hevur tú ikki lisið nokk av svarum, so ber til at lesa fleiri her
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |