Hvørjum filmum hyggja ung, føroysk filmslistafólk at? – Andrias Høgenni

Hvørjum filmum hyggja ung, føroysk filmslistafólk at? – Andrias Høgenni
Røddin hevur forvitnast, hvørjum filmum ung, føroysk filmslistafólk hyggja at. Vit hava í tí sambandi prátað við Andrias Høgenni, ið júst er sloppin inn á danska filmsskúlan Super 16. Andrias velur út tríggjar filmar, sum honum dámar serliga væl
05.08.2015 - 10:00
 
  The Quietest Sound

Ár: 2006

Mál og land: enskt. USA

Longd: 75 minuttir

Eitt sindur um filmin:

Hetta er ein sokallaður ‘one shot’ filmur, ið er tikin upp við bert einum upptøkutóli og frá einum vinkli. Filmurin tykist vera upptøka úr vakmyndatólinum á eini politistøð, har ein kvinna, ið hevur mist dóttrina burtur, verður avhoyrd. Bert kvinnan er á skíggjanum, meðan politistarnir eru handan skermin. Filmurin er ein ‘low budget’ filmur.

 

Hví dámar tær júst hendan filmin?

Eg haldi tað vera ótrúligt, at tey hava megnað at gera filmin so livandi við so lítlari fígging og bert einum upptøkutóli. Sum áskoðari sat eg á stólakantinum og hugsaði gjøgnum allan filmin: “Hvat er hent? Hvar er hatta barnið?” Hetta er eftir mínum tykki eitt einastandandi bragd. 

 

 

Klokkeren fra Notre Dame 

Ár: 1996

Mál og land: USA, men Andrias hevur hugt at donsku útgávuni

Longd: 91 minuttir

Eitt sindur um filmin:

Hetta er ein døpur søga, ið Disney hevur gjørt til teknifilm. Teknifilmurin snýr seg um ein vanskaptan, ungan mann, ið stríðist við at blíva partur av samfelagnum. Hann endar tó uppi í eini samansvørjing um at fremja hópdráp á fronsku sigoynararnar.

 

Hví dámar tær júst hendan filmin?

Eg eri uppvaksin við hesum teknifilminum. Hann er so rørandi, og søgan er í fleiri løgum, sum eg spakuliga flysi, sum eg blívi eldri. Eg haldi eisini, at tað er feitt, at ein Disney filmur er so myrkur og fer í dýpdina við so álvarsomum evnum. Harumframt er hann heilt ótrúliga flottur, og tónleikurin er so super góður. Eg haldi eisini, at Frollo er ein tann besti Disney skálkurin yvirhøvur.

 

Eitt annað, sum eg haldi sæst væl í júst hesum filminum, er, at jú myrkrari og daprari filmurin er, stuttligari mugu hjálparfólkini vera, fyri at millum annað børn ikki skulu blíva bangin. Tað er jú ikki nokk, at grótstandmyndirnar gerast livandi – eisini hevur kvinnuliga sigoynarahetjan eina herliga geit og soldáturin ein stuttligan hest.

 

 

M

Ár: 1931

Mál og land: týskt, Týskland

Longd: 108-117 minuttir (ymsar útgávur)

Eitt sindur um filmin:

Hetta er ein av fyrstu talufilmunum á týskum. Hann varð gjørdur um tað mundið, tá nasistarnir vunnu fram í Týsklandi. Filmurin hevur ongan høvuðspersón, men snýr seg um eitt samfelag, ið er ræðslusligið, tí ein barnadrápsmaður ger um seg. Hvussu reagerar eitt samfelag upp á óndskap? Og hvat er eitt passandi aftursvar, tá onkur fer út um øll mørk? Tað er eisini ein feit samanseting, at bæði politistar og brotsmenn saman royna at avdúka drápsmannin.

 

Hví dámar tær júst hendan filmin?

Filmurin megnar at lýsa ein barnadrápsmann sum eitt menniskja og at vekja empati fyri honum. Hóast filmurin varð gjørdur fyri meira enn 80 árum síðani, so heldur hann enn í dag og fær áskoðaran at vóna, at barnadrápsmaðurin sleppur undan.

 

Eitt annað stuttligt við hesum filminum er, at leikstjórin var jødi, men at Hitler dámdi filmin so væl, at hann vildi síggja burtur frá tí og gera hann til heiðursariara og stjóra fyri týsku filmsvinnuni. Leikstjórin flýddi tó til USA.

 

 

Røddin ynskir Andriasi góða eydnu á filmsskúlanum Super 16.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.