Backstage við Swangah

Backstage við Swangah
Menninir í Swangah fiksa S'ið, drekka eina øl og finna útav intro'ini beint áðrenn, teir skulu á pallin
09.08.2015 - 19:45


- Altso, nær skulu Swangah spæla?

 

Klokkan er skjótt tvey, og tað er ein góður tími, til Swangah skulu byrja at spæla. Meðan teir hanga S'ið upp, hava tveir fjepparar nápað besta áskoðaraplássið. (Tey mistu kortini áskoðaraplássini, tá ið tey funnu útav, at konsertin byrjaði um ein góðan tíma og rýmdu).

 


- Sær hetta beint út? 
​- Nei, tað er skít hamrandi skeivt.

 


- Hvar er gaffa tape?
- Vit behøvast ikki borimaskinuna kortini Steen. S'ið er fast.

 


- Ragnar, opna jakkan so hon fær mynd av S’inum. Gratis reklama!

 


- S'ið riggar mega væl.

 


- Hygg her, tú mast fáa eina sigarett. Hevur tú annars sæð S'ið?
- Jaja, eg var í barrini í áðni. 

 


- Er tað Steintór, sum syngur? Nær eru Frændur lidnir at spæla? Eg helt, teir langt síðani skuldu verið lidnir.
- Men altso, hevði eg vitað, at teir spældu so leingi, so hevði líka farið at lurtað eina løtu. Tað er í øllum førum rotið at standa her og bíða. 

 


- Halt kjaft, eg má hava eina øl áðrenn...
- Steen. STEEN. Kom yvir í Tjaldið heldur. Maverick er fult.

 


- Eg havi ikki ide fyri, hvussu vit byrja. Altso, kemur beatið áðrenn? Fokk, eg havi ikki sagt tað við hann enn.
- Men altso, vit mugu siga okkurt áðrenn, ella koyra vit bara beint á? 

 


- Okay tit. Vit koyra á nú.

 


"Systemið er oyðilagt..." Tað er næstan ikki neyðugt at syngja meira, tí publikum syngur næstan harðari enn teir báðir á pallinum frá fyrsta til seinasta setning. 

 


- Helviti, hetta er fucking sjúkt. Tað kókar har úti.

 

So skjótt teir eru komnir av pallinum, tendra teir sær eina sigarett og fáa sær ein skjótan smakk av ølini. Øll rópa í takt "SWANGAH, SWANGAH, SWANGAH". Sigarettin er ikki meira enn hálv roykt, og teir renna niðan á pallin aftur at spæla eitt seinasta lag. 

 


- Tit eru fucking sjúk. Vit mugu hava eina selfie við tykkum!

 

Myndir: © Tóra í Stórustovu

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.