Swangah: - Vit siga tað, vit hugsa

Swangah: - Vit siga tað, vit hugsa
26 ára gomlu Ragnar Davidsen og Steen Rói Lorenzen, betur kendir sum Swangah, góvu í 2011 fyrstu føroysku rappfløguna nakrantíð út. Röddin fangaði teir til eitt prát um babyrokkaradagarnar, kærleikan fyri hiphop, og hvussu mann fær tíð til tónleikin í einum rokutum gerandisdegi við børnum og arbeiði.
08.07.2014 - 18:15

Tað er ein av teimum frægaru føroysku summardøgunum, og við hvør sínari øl sita Steen Rói Lorenzen og Ragnar Davidsen væl til rættis niðri í Vágsbotni. Báðir eru í baggy jeans, og undir dýnuvestinum hjá Steen Róa hómast ein slitin tshirt við amerikanska rapparanum Nas. Tað er við einum smíli, at teir minnast aftur á barndómsdagar í Svanga síðst í 90unum. 

 

- Vit vóru altíð ein bunki av dreingjum. Har vóru skítfult, og allir lurtaðu eftir hiphop, so tað gjørdi samanhaldið nokkso sterkt, haldi eg. Tað var tað, sum vit gjørdu fyri tað mesta – stóðu á skateboard, gingu onkuntíð runt og gjørdu balladu og lurtaðu eftir hiphop, greiðir Steen Rói frá við eyðkendu hásu røddini.

 

Hann og Ragnar hava altíð verið vinmenn, og tað var eisini Ragnar, sum birti áhugan hjá honum fyri hiphop.

 

- Eg havi tað frá Ragnari. Eg var Michael Jackson-fjeppari áðrenn, sigur Steen Rói flennandi, og Ragnar er skjótur at leggja afturat:

 

- Hann var ein sovorðin popptøs!

 

Millum onnur vóru tað serliga Wu-tang Clan, Method Man, tað gamla hjá Dr. Dre og House of Pain, sum teimum dámdu væl. Tónleikin hoyrdu teir á MTV, og seinni tá fólk byrjaðu at fáa internet, tóku teir løg niður frá Napster.

 

- Eg haldi, at fyrsta hiphop-lagið, eg hoyrdi, var eitt hjá Beastie Boys. Tað fangaði meg í hvørtfall, greiðir Ragnar frá.

 

Saman við vinmonnunum í Svanga byrjaðu teir til stuttleikar at royna seg sum rapparar. Fyrst á enskum eins og í sjónvarpinum, síðani eitt sindur á donskum og at enda, tá teir kendu seg eitt sindur tryggari, á føroyskum.

 

 -Vit gjørdu tað nokkso leingi á enskum at byrja við – tað ljóðaði ræðuligt. Vit vóru so lítlir og dugdu slettis ikki at tosa enskt ordiligt. Tá tað kom á føroyskum, vildu øll royna seg, sigur Steen Rói og leggur afturat:

 

- Tað var alt tá...

 

Babyrokkaradagarnir?

 

- Ja, babyrokkaradagarnir, svara báðir.

 

Ragnar og Steen Rói vóru 22 ár, tá fyrsta fløgan hjá Swangah, Belials synir, kom út, og at 2011 skuldi verða árið, tá teir av sonnum markeraðu seg á føroyska tónleikapallinum, var eitt sindur av tilvild.  Áðrenn tað vóru teir best kendir fyri løg sum “Rottan sigur niih” og “Pizza 67”, sum framvegis eru at finna á Myspace. “Gentan er farlig”, sum var lagdur út á Youtube eitt hálvt ár, áðrenn fløgan kom út, gjørdist fyrsta hittið hjá teimum.

 

- Eg og ein vinmaður sótu og kjakaðust í bilinum. Vit prátaðu um mainstream, og so sigi eg: “Ein og hvør kann gera ein sovorðnan mainstream sang. Tað er onki uppá seg”. So sigur hann: “Eg kann vedda tær 100 kr uppá, at tú ikki klárar at gera ein sovorðnan har.” So skrivaði eg niðurlagið til "Gentan er farlig", og so spurdi eg Ragnar, um teir vóru við uppá tað. So koyrdu vit hann út, og so brast hann bara!, sigur Steen Rói flennandi.

 

Stutt eftir, at lagið var lagt út á Youtube, vóru teir spurdir, um teir høvdu hug at spæla til hiphop-kvøld í Bassalt. Tað var ongantíð ætlanin at spæla konsertir, og høvdu teir mest gjørt tónleik til vinfólkini hjá sær og at taka við í ball. Bráða suksein, sum “Gentan er farlig” hevði vunnið teimum, gav tó ungu havnardreingjunum blóð uppá tonnina. Í skundi smekkaðu teir nakrar sangir saman at taka við oman í Bassalt.

 

- Aftaná ta konsertina blívu vit eisini spurdir til G!. Alt kom so helvitisliga skjótt. Tað var tann næsta konsertin, vit nakrantíð hava spælt yvirhøvur við mikrofon. Har vóru skítfult av fólkum, og tað gav okkum ordiliga hug at halda fram.

 

Eftir konsertina í Bassalt gjørdist Eyðun Müller Thomsen, sum spælir trummur og produserar, triði limurin í Swangah, og í novembur í 2011 kom Belials Synir út. Hóast hetta var fyrsta fløgan av sínum slag í Føroym, stúrdu teir ikki fyri, hvussu hon fór at verða móttikin. Við vilja var fløgan gjørd so einføld sum møguligt, soleiðis at fyrsta útgávan hjá Swangah skuldi vera løtt hjá øllum at lurta eftir. 

 

- Tann næsta fløgan er nógv meira vit. Fyri at vera heilt ærligur, so dummaðu vit okkum ordiliga niður á Belias synir.

 

Staklagið “Frá bygd til bý” við linjum sum “Gev mær meira grind, fokk um tað er synd” og “Kenni positiónina sum Elin í Stórustovu” gjørdist størsta hittið hjá Swangah nakrantíð við nærum 60.000 vitjanum á Youtube.

 

Ein kundi trúð, at viðgangurin hjá Swangah fór at geva fleiri ungum føroyingum hug at royna seg sum rapparar. Enn sita teir kortini einsamallir á trónuni sum føroya einasti hiphopbólkur.

 

- Tað tykist næstan at vera umvent. Ongin annar torir at koma fram. Tað virkar sum, at so skal tað vera beef og sovorðið tvætl, sigur Ragnar.

 

Heilt beef-leysir eru Swangah nú heldur ikki slopnir. Í 2011 kom dulnevndi bólkurin KFC úr Eysturbýnum við lagnum “Westside Piggies” við niðurlagnum:

 

“Three little piggies were havin’ fun. Those piggies are dead and gone. Eaten by the big bad wolf (three westside piggies). Killed by the KFC.”

 

Hesum flenna Steen Rói og Ragnar tó bara eftir, og kenna teir eisini teir, sum hava gjørt lagið.

 

Rapp snýr seg ofta um reyp, og ein kemur ikki langt, um ein ikki stendur inni fyri tónleikinum, greiða teir báðir frá.

 

- Eg elski okkara tónleik. Altso eg eri ordiliga arrogantur á tí økinum. Tað meini eg. Eg føli seriøst, tá eg koyri okkurt út, at tað er tað besta nakrantíð. Soleiðis havi eg tað í eitt tíðarskeið, til eg so hugsi “okey, hatta kunnu vit gera betur”.  Tað er jú soleiðis, tá mann er rappari í Føroyum – um tú ikki kennir teg tryggan við tað, tú gert, so er ongin grund at gera tað.  Tað festliga við rapp er jú, at mann hálvgum reypar ein stóran part av tíðini. Vit standa eisini 100% inni fyri tí, vit gera, ljóðar tað frá Steen Róa, og Ragnar nikkar játtandi.

 

Bæði Ragnar og Steen Rói skriva nógv í frítíðini, og evnini í tekstunum, sum ofta leita sær til føroyska samfelagið, ball og rok, eru íblást av, hvat melur í huganum hjá teimum júst ta løtuna. Fleiri av løgunum tykjast rættiliga samfelagsrevsandi, og hesum vísa teir ikki aftur. Millum annað eru tað Miðflokkurin, Paul Watson og Jørgen Niclasen, sum hava staðið fyri skotum.

 

- Vit skriva um tað, sum vit hava uppá hjartað. Tað er ongantíð bara fyri at fáa uppmerksemi. Vit siga tað, sum vit hugsa, og tað er feitt, um fólk kunnu relatera til tað. Nógv botnar eisini í tí, sum øll hugsa. Hatta er tað, sum ein og hvør snakkar um, sigur Steen Rói.

 

Meðan teir sita og práta, sæst greitt, at hetta eru tveir vinmenn, sum kennast ógvuliga væl. Teir nýta somu vendingarnar, og enda nærum setningarnar hjá hvør øðrum – eins og vita teir, hvat hin hugsar, áðrenn hann yvirhøvur hevur latið munnin upp.

 

Steen Rói býr í løtuni í Aalborg saman við damuni og tveimum børnum, har hann starvast sum timburmaður. Ragnar, sum eigur eina dóttur, er í holt við at flyta til Keypmannahavnar við damuni. Fjarstøðan forðar teimum kortini ikki í at blíva við at arbeiða við tónleikinum.

 

- Vit skeipa saman alla tíð. Eg eri gubbi dóttur hansara, og hann er gubbi sonin hjá mær, so vit hava nógv samband. So sigi eg “Áh forhelviti, vit burdu farið og gjørt hetta nú” og hann ordiliga “aah hatta er ikki akkurát eg”, og soleiðis koyra vit tað víðari alla tíð. Vit vóru nógv saman fyrr, men tað kom ikki so nógv burturúr, sum vit ynsktu. Tað er meira skipað á onkran hátt nú, men sjálvandi sokkar tað, at vit ikki eru saman, greiðir Steen Rói frá.

 

Hóast tað stundum ikki er nógv tíð til til yvirs við børnum, damu og arbeiði, vænta teir ikki, at teir nakrantíð fara at steðga heilt við at skriva.

 

- Tað er ikki bara nakað, mann fer at sleppa. Tað fyllir so ræðuliga nógv, sigur Ragnar, og Steen Rói leggur afturat:

 

- Vit elska at gera sangir, so vit fáa altíð tíð til tað allíkavæl.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.