- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leikur um Operation Valentine
Eitt nýtt leikverk, sum tekur støði í bretsku hersetingini av Føroyum undir II. veraldarbardaga, verður frumsýnt 21. august.
Statistar og persónligar søgur
Det Ferösche Compagnie leitar eftir dansiglaðum statistum til leikin. Eini 5 pør hvørt kvøld. Ikki nýtist tær at finna ein partnara fyri at melda teg.
Somuleiðis vilja tey fegin savna saman persónligar søgur, anekdotur, hendingar, sum onkusvegna knýta seg til II. veraldarbardaga. Ymiskt, ið fólk hava upplivað ella hoyrt um undir krígnum. Alt er vælkomið. Onki verður umskrivað, men kanska verður tað stytt niður.
75 ár síðani Operation Valentine
Í ár eru 75 ár liðin, síðan Operation Valentine varð kunngjørd 11. apríl 1940. Leikurin viðger ymisk evni, sum eyðmerktu Operation Valentine, sum bretska hersetingin kallaðist.
Umframt krígsræðuleikarnar úti í verð, umboðaðu bretsku hermenninir eina nýggja og nýmótans mentan, aðrar siðir, nýggjar dansir, nýggjar vørur, nýtt mál og nýggjan tónleik. Hersetingin hevði eisini stóra ávirkan á politiska landslagið í Føroyum, og var hon við til at kveikja tjóðskaparrørsluna, sum førdi til fólkaatkvøðuna um fullveldi í 1946.
Det Ferösche Compagnie tulkar hetta so týðandi tíðarskeið í føroyskari søgu, og í einum meldri av scenum og hendingum verður hugt at OV við samfelagsligum, politiskum og tjóðskaparligum brillum. Eisini verða persónligar søgur, sum lýsa, hvussu hetta tíðarskeiðið hevur verið við til at mynda Føroyar fram til dagin í dag.
Fylg við á Facebook síðuni hjá teimum her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |