- Tíðindi, mentan og ítróttur
UMMÆLI: Jørðin er eitrað
- Jaja, nú verður barnadópur sunnudagin. Nei, gubbin verður ikki við. Hann er burtur. Ja, honum dámar so ótrúliga væl at ferðast. Hevur tikið sær eitt frísemestur. Tað er eisini fínasta slag. Mann skal uppliva nógv. Mann er jú bara ungur eina ferð, ha?
Í tjokkfullu forhøllini á Tjóðpallinum eru fólk spent og prátingarsom, meðan tey bíða, til dyrnar verða latnar upp. Fólkini eru fróð og práta um kapp.
- Tú kanst ikki skilja tað, tí tú hevur ikki verið har
Tú kanst ikki skilja tað, tí tú hevur ikki verið í kríggi, gera leikararnir teg varðuga við beinanveg. Nei, vit kunnu ikki skilja veteranarnar og tað, sum teir hava verið úti fyri, men leikurin kann geva okkum innlit í ein lítlan brøkpart av teirra upplivingum í kríggi og eftir kríggið. Leikurin setir í øllum førum nakrar tankar í gongd og skapar, um ikki annað, eitt sindur av forstáilsi.
At vit eru í einum øðrum heimi, viðgera eitt nýtt evni á ein øðrvísi máta er týðiligt beinanvegin. Hetta er ikki ein klassiskur leikur, har tú situr trongt í eini snórabeinari stólarekkju og hyggur at leikarum, sum hava latið seg í ein karakter. Hesin leikurin brýtur frá beinanveg. Rúmið er øðrvísi innrættað, tað luktar øðrvísi. Sjónleikararnir eru ikki bara sjónleikarar, sum spæla ein karakter. Tey eru eisini seg sjálv. Erligt fortelur sjónleikarin:
- Vit ynsktu at gera ein sjónleik um evnið og settu okkum í samband við journalistin, sum setti okkum í samband við veteranarnar. Teir vaktu eisini okkara undran. Teirra verð var hugtakandi og fyri okkum fullkommuliga fremmand.
Eins og veterananna verð var fremmand fyri sjónleikarunum, er hon eisini fremmand fyri áskoðaranum. Beinta Clothier og Hjálmar Dam hugtaka og vísa áskoðarunum ein fremmandan heim, sum Marita Dalsgaard hevur leikstjórnað.
- Mann hoyrdi altíð um tað í útvarpinum
Kríggj, ella avleiðingar av kríggi, eru nógv nærri okkum, enn hvat vit geva okkum far um. Tá sonurin velur at fara í kríggj, sigur mamman: Mann hoyrdi altíð um tað í útvarpinum.
Tá útvarpsrøddin sleingir nøkur tøl um bumbuatsóknir og deyðsfall, rínur tað næstan ikki við hjá lurtaranum. Men tá ið sonurin, maðurin ella sjeikurin sjálvur sigur tað, hevur tað eina heilt aðra ávirkan. Hendingarnar og minnini eta seg ikki bara inn í minnið hjá einum veterani, men eisini hjá familjuni.
- Hevur tú dripið nakran?
Veteranurin fær spurningar. Nógvar spurningar. Hann stendur nærmast skúlarætt, tá tannteknikkarin bersøgin spyr: Ja, altso hevur tú dripið nakran?
Túsundtals fólk hava latið lív undir krígnum. Uttan iva hava soldátarnir dripið; fíggindar sum ósek. Forvitni spyrjarin tváar sínar reinu hendur og erpar sær, at hann livir í síni idyllisku og reinu bobblu heima Føroyum.
Men hvør er tann veruligi mordarin? Veteranurin hevur møguliga aktivt framt atgerðina, men tað eru politikkararnir, sum hava tikið avgerðina. Politikkarar, sum tú og eg hava valt í parliamentið. Vit hava aktivt sett kross í valseðilin eins og veteranurin, eftir harraboðum frá politikkarunum, aktivt hevur tveitt bumbuna. Føroyingar eru skjótir at umbera seg og siga: Denne krig gælder ikke Færøerne. Føroyar eru ikki í kríggi, men føroyingar eru í kríggi. Føroyingar, sum hava familju í Føroyum. Føroyingar, sum koma aftur til Føroya eftir hertænastu. Føroyar eiga at taka ábyrgd, heldur enn at snúgva sær undan ábyrgdini, óansæð um vit vilja viðurkenna tað ella ei.
Diagnosan, sum ongin vil kennast við
Vit eru ófør at geva diagnosur. Hvørt mansbarn fær staðfest ADHD, stress og annað við, bara tað víkur eitt sindur frá normunum í dagsins samfelag. Men diagnosuna hjá traumatiseraðu veteranunum vil eingin kennast við. Bersøgin og uttan nakað sum helst forstáilsi roynir sálarfrøðingurin at knýta PTSD-symptonini at barndóminum, familjulívinum ella onkrum triðja - alt fyri at sleppa undan at staðfesta PTSD og harvið sleppa undan at rinda endurgjald fyri arbeiðsskaða.
Samstundis sum leikurin ógvuliga væl vísir, hvussu tungt tað er hjá einum veterani, eftir at hann hevur verið í kríggi, so er hann samstundis ógvuliga samfelagskritiskur. Hetta sæst fleiri ferðir gjøgnum leikin, alt frá hvussu okkara egnu føroysku politikkarar síggja støðuna til inkompetenta sálarfrøðingin. Hermaðurin er ein politisk kastibløka, ið eingin vil taka ábyrgd av, eftir at hann hevur verið í hertænastu. Denne krig gælder ikke Færøerne, er politiski hugburðurin hjá føroyingum, meðan danski sálarfrøðingurin roynir at føra PTSD yvir til ein møguliga ringan uppvøkstur, ein depresivan pápa ella okkurt annað. Alt fyri at sleppa undan at taka ábyrgd og veita hjálp til ein djúpt traumatiseraðan hermann.
Ein øðrvísi leikur
Leikurin er ikki bygdur upp sum ein klassiskur leikur við glíðandi forteljing. Leikurin verður eisini róptur eitt dokudrama ella faktión. Hetta eru søgur hjá veterum, sum verða fortaldar í brotum. Eina løtu ert tú í Afganistan, næstu løtuna situr tú tigandi heima í stovuni og spælir Gekk. Løturnar verða allatíð avbrotnar, og tað er sjáldan, at tú fordjúpar teg í senunum. Grátur og nístr er ikki tað, sum fyllir salin, men harafturímóti tøgn og stingandi hjartasuff.
Jørðin er eitrað, siga veteranarnir við tí merking, at tú kanst aldrin kenna teg tryggan, har tú ert. Minur, skotbardagar og sníkiskjúttar eru allastaðni. Tó skalt tú ikki ímynda tær ein leik, ið minnir um Hollywood-filmarnar við ógvusligum bumbum, skotvápnum og blóðbardøgum. Hetta eru søgur hjá føroyskum veteranum, sum verða fortaldar. Søgur, sum í alt ov lítlan mun hava sæð dagsins ljós í Føroyum.
Hollywood-action skift út við føroyskar søgur
Evnið um veteranar er rættiliga ofta tema í Hollwood-filmum kyddað við ógvusligum bumbum, hørðum ljóði og ikki minst blóði. Hesin leikurin er als ikki Hollywood. Hetta er í Føroyum. Føroyskir veteranar í Afganistan og familjan í Føroyum. Jú, hegnisliga fortelja sjónleikararnir eina søgu úr Afganistan, meðan hvør spong spennist líka niður í fingraspíssarnar, inntil bumban brestur. Hollywood-action er til staðar, men tað er ikki tað einasta, ið eyðkennir lívið hjá einum veterani. Eitt keðiligt gekkakvøld uttan orð, frustratiónir og tung deyðsboð fylla heilt ómetaliga nógv hjá heimkomnu vetarunum.
Í besta Hollywood-stíli havi eg eina fatan av, at kríggj er ógvusligt og skaðarnir, ja teir eru fysiskir. Blóðbað, beinbrot og stórir skaðar eyðkenna Hollywood-action-dramaið, sum vit ofta síggja á útlendskum sjónvarpsrásum.
Tjóðpallurin sýnir ikki ein leik, ið er meinlíkur Hollywood-drama. Tjóðpallurin sýnir ein viðkomandi, føroyskan leik um føroyskar hermenn, sum tú ikki kanst skilja. Leikurin kemur ikki við loysnum upp á kríggj, men gevur tær í hægstu grad nakað at hugsa um og at skammast av. Føroyskir veteranar eru traumatiseraðir, og tilbúgvingin frá politiskari síðu er so ússalig – hóast vit kalla okkum framkomin.
- Altso altso altso... Ja, løgmaður tú. Og so hasin sálarfrøðingurin. Nei, tað veit denn. Huff, nei tað visti eg ikki.
Fólk anda djúpt. Tað er longri millum setningarnar. Ongin tosar um kapp. Tosið um barnadóp og frísemestur eru gloymd. Áður fróðu áskoðararnir eru nú bæði rørdir og skelkaðir. Tað er ongin ivi um, at leikurin hevur sett síni spor og hevur givið áskoðarunum nakað at hugsa um. Tað sama er galdandi hjá yvirritaðu, sum sat málleys eftir leikin.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |