- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frásøgn: Noise konsert í Sirkus
Wikipedia fortelur mær, at noise er at brúka óljóð til at bera nakað fram í einum musikalskum samanhangi. Hetta er altso ein tónleikasjangra og hevur enntá fleiri subsjangrur undir sær. Hetta var tað, skráin hevði at bjóða uppá fríggjakvøldið í Sirkus.
Har vóru yvirraskandi nógv fólk, tá ein maður við frísutum hári og converse skóm setti seg í myrka hornið við jólaperunum rundan um seg. Eru veruliga so nógv fólk komin fyri at hoyra larm?
Maðurin er Bogi á Lakjuni, og hansara framførsla er samansett av ambient ljóðum, sum skjótt skifta yvir til at minna um ein skipsmotor, ella kanska eitt rúmdarskip, og síðani til eitt flogfall. Eg royni at vera opin fyri hesum undarliga heiminum.
Men so hendir okkurt. Larmurin verður til góðan larm, og tað er ikki tí at ljóðið sjálvt er broytt. Eg hoyri hann øðrvísi.
Ljóðini verða harðari og harðari, og eg elski tað meira og meira. Mann hoyrir hann sláa streingirnar, men hátalarin gevur bara atmosferisk ljóð frá sær.
Eg má ásanna, at eg ani ikki, hvussu hann ger hatta, og tað ger tað bara enn betri.
Brádliga hoyrist eitt ræðuliga hart hvín, og tað undrar meg, at eitt skríggj kann raka so beint á hjartað. Hetta er organiserað rót, og tað er væl úr hondum greitt.
Gandurin byrjar
Næsti maður á palli er Heðin Ziska. Eg helt, at eg var brynjað til alt eftir konsertina hjá Boga, men mín fyrsti tanki til hetta sokallaða lagið, er ‘Hvat í hann svartasta?’ Gentan við síðuni av mær í barrini spyr meg, um hann er byrjaður. Eg haldi ikki longur, at tónleikurin hjá Boga er ringur at sodna.
Men so hendir tað. Tann løtan, ið mann bara kann bíða tolin eftir. Nú skilji eg, hvat hann roynir at fortelja, ella eg haldi meg skilja.
Eg hoyri eitt lag, sum ikki er har. Hetta er gandurin við noise tónleiki, hetta er tað, fólk eru komin fyri.
Heðin svingar alsamt meira enn Bogi. Hendan konsertin er eitt spæl av larmi, ljóð av gomlum telduljóðum og apum. Eitt sindur ov nógv í senn.
Tónleikurin flytir seg í eitt ræðufilmstema. Munurin er, at hetta er behagiligt, heldur enn óhugnaligt.
Ljósini á hansara tólum blinka til stemningin. Antin eri eg full av einum einkultum glasi av cider, ella hevur hesin tónleikurin eina mentala ávirkan.
Syngjandi sinnissjúka
Tvey skot hoyrast í rúminum. Fólk tosa víðari, inntil tey verða yvirdoyvd av skríggjunum frá síðsta noise navninum, Vomit Nation.
Hvussu lýsi eg hetta ljóðið? Tað er tungt, og tað leggur seg yvir allan kroppin sum ein jarnkápa. Hendan kenslan minnir meg um at vera alt ALT for skít. Tað flytir seg yvir til at ljóða sum jarnstengur, sum sláast móti hvør aðrari. Eitt endurtakandi tramp við einum høgum ekkó.
Vit halda øll fyri oyruni. Tað er eitt. Langt. Tinitus. Tað harðasta, tú kanst fyristilla tær. Hetta er feitt, men á sama hátt sum gore er feitt. Jú ógvusligari, jú betri, og uttan nakra grundgeving.
Hetta er ikki fyri sartar sálir.
Um hetta er noise úrvalið í Føroyum, so ivist eg ikki í, hvør er á toppinum. Hetta rakar beint á. Og tað rakar hart.
Hví spæla larm?
Hetta eru tey, sum keðast av tí vakra og leita víðari. Soleiðis ímyndi eg mær, tað hevur ljóðað fyri fólki, tá tey hava hoyrt growl fyri fyrstu ferð.
Tónleikararnir hyggja mest í gólvið. Her er sum so eingin framførsla, har mann hevur samband við sínar áskoðarar. Hetta er ein ærlig konsert, har tónarnir hava størst týdning.
Tónar, sum mugu enda fyrr enn væntað, tí teir bókstaviliga brustu ein forsterkara.
Dead Kennedy’s Junior
Eg seti meg fremst, tá ið síðsti bólkur skal spæla, tí hann skal eg nýta til fulnar.
Lat meg gera tað greitt beinanvegin, so hetta ikki kemur at ljóða sum ein lovprísan. Eg elski Ranchus. Teir eru bólkurin, eg havi bíðað eftir síðan altíð. Fýra ungir dreingir, sum sláa seg leysan til góðskuríkan rokk, punk og grunge. Hvat meira kann mann ynskja sær?
Frá byrjan skilja teir seg burtur úr við grønu og bláu diskolasarunum og ovurnýtslu av roykmaskinuni. Tað var hóskandi óhóskandi til eina Ranchus konsert.
Teir kunnu hava so ófantaliga framførslu, sum teir vilja, tí tað riggar. Serliga til eitt noise kvøld. Teir spæla við ljóðini upp á sama máta við nógvum endurtøkum sum undanfarnu bólkarnir.
Burtursæð frá at røddin hjá Sigmundi Zachariassen ikki hoyrist nóg væl at byrja við, havi eg einki ringt at siga. Sjálvt rødd hansara er skeiv upp á ein góðan, punkutan máta.
Teir flyta seg yvir í ein tragiskan stemning. Lagið er myrkt og dapurt. Tað duga teir eisini væl.
Hesir eru føddir til at spæla tónleik. Ikki tí at teir eru tað besta, eg nakrantíð havi hoyrt, men tí teir hava eina serliga útstráling. Teir høvdu sikkurt ikki dugað at latið vera.
Sangurin, Promises, er so láturliga góður, at eg havi hug til at kasta borðið upp í loft, tí eg ikki veit, hvussu eg skal handfara ein so feitan og vakran sang.
Hann tveitir gittaran á gólvið, spælir við pedalirnar eitt sindur og takkar fyri seg.
Kann óljóð vera eitt jaligt orð? Tað kann tað heilt sikkurt og meira enn tað. Tónleikamentanin í Føroyum er ófatiliga breið og av høgari góðsku. Um vit hava heili tríggir bólkar frá einari so lítlari nisju, so eru vit komin langt.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |