- Tíðindi, mentan og ítróttur
Røddin spyr: Hvat gera fólk á ovastevnu?
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-forsida-stor/public/heyhey.png?itok=dn-nhC-L)
Skrivað og tikið myndir hevur: Heidi Lindenskov Róadóttir
Eivin og Guðrið
E: - Eg fari at hugna mær saman vinum og kenningum.
Havnar hornorkestur hevur júst spælt til setanina av Ovastevnuni, Eivin spældi trompet.
E: - Eg komi útaftur seinni at ballast!
G: - Eg vitji vinkonuna og familjuna hennara. Mær dámar sera væl atmosferuna á Ovastevnuni – og veðrið er herligt! Eg viðmæli øllum at koma ein túr.
Sólvá
S: - Sjeikurin og eg fara at hugna okkum í kvøld við súreplum... Nei tvætl, eg havi verið á loppumarknað saman við ommu! Omma elskar figurar; tú skuldi sæð hennara urtagarð.
Jákup, John Asbjørn og Pauli
J: - Skít. Nei tvætl, ikki skriva hatta, haha!
JA: - Halt kjaft við tær Jákup, øll vita hvat fer at henda!
Eg fari at práta við fólk, um her altso koma nøkur, sum eg kenni...
P: - Eg fari at lurta eftir øllum.. Altso... Hvør er tað sum spælur? Ella spælur nakar yvirhøvur?
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |