Ragnhild svam um Nólsoyarfjørð

Ragnhild og mamma hennara eftir at hon hevur fingið heiðursmerki. Ragnhild var fyrsta kvinna á mál við tíðini 1 tímar og 25 minuttir
Ragnhild svam um Nólsoyarfjørð
Nýklakta pisan Ragnhild Petursdóttir Østergård svam fyri fyrstu ferð um Nólsoyarfjørð
18.08.2015 - 19:45

Skrivað og tikið myndir hevur: Heidi Lindenskov Róadóttir

 

Hvussu var at svimja?

Tað var mega feitt! Tað var faktist ordiliga strævið, ella tað var ikki so strævið, sum mann hevði væntað.

 

Vart tú spent?

Jaa.. Eg var eitt sindur meira nervøs kanska, tímdi ikki so ræðuliga væl í. Tað var eitt sindur soleiðis “geri eg hetta virkuliga”, men tá mann fyrst var komin útí, so var tað ikki so nógv uppá seg.

 

Hevur tú gjørt nakað líknandi fyrr?

Aldrin. Tað var tí, tað var so ræðuliga stórt.

 

Hví valdi tú at svimja yvir um Nólsoyarfjørð?

Tí at eg og Kristina, sum eg havi trenða nógv saman við, tá eg svam fyrr, vit hava ofta tosað um at gera okkurt sovorit. Planurin var at svimja á ólavsøku, men tað bleiv ikki til nakað, og so valdu vit bara at svimja nú.

 

Ert tú nøgd við úrslitið?

Eg eri mega nøgd, eg hevði ikki forvæntað tað yvirhøvur! Eg fekk 1 tímar og 25 minuttir og hevði sett mær málið undir 1 tímar og 50 minuttir; so tað kann ikki vera betri.

 

Hvat hugsaði tú, ímeðan tú svam?

Eg hugsaði bara, “Tú skalt bara ígjøgnum hetta!”
Har vóru so mega nógv lítil djór, sovornir vatnmenn (sigur hon klíkkjandi)

 

Fert tú at svimja aftur á Ovastevnuni næsta ár?

Eg haldi tað, eg fari at prøva. Í ár handlaði alt um at bara koma yvir, men í næsta ár verður tað uppá tíð.

 

Og fert tú so á Ovastevnu nú?

Nei.. ehm.. Eg veit ikki ordiliga haha, eg havi faktiskt bara bestan hug at fara heim at sova.

 

Allir svimjararnir vóru fegnir um at koma á land aftur

 

Ein glað Ragnhild

 

Kristina og Ragnhild

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.