- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðindaskriv: orðaskifti um film

Filmsvinnan í Føroyum er og hevur seinastu árini verið í stórum vøkstri, og føroyskir filmar eru at síggja á løriftum á stórum filmsfestivalum kring heimin.
Feløgini Klippfisk og Føroysk Filmsfólk halda tað vera ógvuliga viðkomandi at kjakast um føroyska filmsvinnu og -filmspolitikk, nú tað stundar til val. Tey bjóða sostatt til fundar um, hvussu føroyska filmsvinnan kann styrkjast.
"Hvussu skapa vit mennandi karmar um filmsvinnuna, og hvussu skal ein komandi filmspolitikkur síggja út?" verður spurt á fundinum, og umboð fyri allar politisku flokkarnar leggja fram. Eisini fara fólk í salinum at siga frá sínum royndum innan hetta økið.
Fundurin verður í Perluni í Tórsgøtu í Havn mikudagin 19. august kl 19.00.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |