Elinborg og Rökkvi í Töting

Elinborg og Rökkvi í Töting
Tónlekasamtakið Grót skipar fyri dupultkonsert í kvøld
04.09.2015 - 22:45

Í kvøld, 5. septembur, bjóðar tónleikasamtakið Grót til eina dupultkonsert í Töting við Elinborg Pálsdóttir og Rökkva.

 

Elinborg

Konsertin verður ein frum-útgávukonsert hjá tí bert 18 ára gomlu Elinborg, sum er klár við síni fyrstu tónleikaútgávu, Spor, ið er ein EP útgáva við fýra løgum, sum hon sjálv hevur skrivað. Elinborg fer á pall saman við bólkinum hjá sær, sum hon framførdi alment saman við fyri fyrstu ferð á ársins G! festivali.

 

 

Les eisini: Tað er nógvur tónleikur í mínari familju 

 

Rökkvi

Rökkvi er ein lutfalsliga nýggj tónleikaverkætlan hjá fuglfirðinginum Rógva Odvørson. Umframt at hava framført á Summar Festivalinum og Við Múrin luttók Rökkvi eisini á Sement í vár. 

 

Tónleikurin kann lýsast sum elektroniskur popp-rokkur, og hevur lagið "Where Is The Sun"  verið nógv spælt á føroyskum útvarpsrásum. Eins og Elinborg kemur Rökkvi á pall við bólki.

 

Les eisini: Sement finalisturin, Rökkvi

 

Niðanfyri hoyrir tú lagið, Dreymur, hjá Elinborg

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.