Sement finalisturin: Rökkvi

Sement finalisturin: Rökkvi
Röddin fer í døgunum upp til Sement finaluna at hava eina vangamynd av teimum 5 finalubólkunum. Hesa ferð er tað Rökkvi
19.05.2015 - 13:15

Rökkvi

Hesin bólkurin spælir tónleik, ið Rógvi Odvørson hevur skrivað. Rökkvi merkir dimming/skýming á norröna máli. Rökkvi er síðsti finalisturin, sum kom við í finaluna. Tá bólkarnir vóru valdir, kundu dómararnir upplýsa, at eitt wild card eisini var við. Hetta merkir, at dómararnir høvdu ein møguleika aftrat at velja ein bólk/einstakling til at koma í finaluna. Ynskið hjá dómarunum var, at síggja Rökkvi í finaluni.

 

Limirnir í bólkinum eru:

 

• Rógvi Odvørson/Rökkvi - Sang

• Arni Zachariassen - Gittar

• Leivur Vitalis - Bass

•  Hjørtur P. Háberg - Trummur

• Símun Dam - Tangentar

 

Upplivingar við tunglyndi og sálarmyrking geva íblástur

Tað eru hansara upplivingar við tunglyndi og sálarmyrkingin, ið geva íblástur til tekstin. Rógvi er sangskrivari, tekstahøvundur, sangari og er á odda fyri bólkinum. Hann fór í gongd við verkætlanina í august mánaði í fjør saman við Alvini Ellebye Andersen, ið hevur framleitt nýggju útgávuna av sanginum “Where Is The Sun”.

 

Rökkvi savnaði síðani ein bólk av royndum tónleikarum at spæla við sær. Tónleikurin, sum bólkurin spælir, er elektroniskur rokk poppur. Bólkurin hevði sína fyrstu venjing fyri júst einum mánaði síðani.

 

Spæla tónleikin, tí vit elska tónleikin

Teir í bólkinum síggja Sement sum ein fantastiskan máta at trína út á tann føroyska tónleikapallin við nýggju og spennandi verkætlanini, teir hava koyrandi.

 

- Vit spæla ikki tónleikin fyri at vinna eina kapping. Vit spæla tónleikin, tí vit elska tónleikin, og leggja vit sálina í tað, vit spæla – at koma í finaluna er hóast alt stuttligt og virkar sum eitt lítið herðaklapp, sigur Rógvi at enda.

 

Röddin ynskir Rökkvi góða eydnu við finaluni komandi leygarkvøld. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.