Legofólk í rúmdina

Jóhanna Magnusardóttir
Legofólk í rúmdina
Fyrsti danin er sendur út í rúmdina, og við sær á ferðini hevur hann millum annað eitt legofólk
04.09.2015 - 15:15

 

Veruleiki ella bert fiktión?


Vit, sum vórðu fødd eftir at kalda kríggið var tinað, eru ikki uppvaksin við, at fólk verða send upp í rúmdina í tíð og úrtíð. Okkara ímynd av rúmdini er nógv myndað av søgum um Buzz Aldrin og Buzz Lightyear og upptøkum við slowmotion rørslum av mánanum, sum summi siga vera falsaðar. Seinni hava disneyfilmurin Wall-E og dómadagsprofetiir um heimsupphiting sannført okkum um, at einaferð skulu vit øll flyta til Mars.

 

Meðan ættarlið undan okkum vóru upptikin av, um Star Wars skuldi gerast veruleiki í teirra tíð ella ikki, hava vit flent at hugskotinum um stuttleikaferðir á mánan. Hugskotið um rúmdina hevur fyri mong okkara verið heldur fjart og hoyrt heima í science-fiction ella Anders And. Men nú tykist rúmdin veruliga vera komin aftur á breddan – í øllum førum í okkara kongaríki.

 


Lego og hoptimistur í rúmdini


Fyri danan, Andreas Mogensen, er ferðin út í tað svarta einki nú vorðin veruleiki. Hann er fyrsti dani, ið verður sendur út í rúmdina, og hann skal vera á rúmdarstøðini ISS (International Space Station) í 10 dagar. Haðani skal Andreas granska rúmdina. Hann skal royna eitt tól, sum rúmdarfarar kunnu stýra uttan hendur og royna eina rúmdardrakt, sum situr heilt at kroppinum, tí tað tekur kroppinum dygt at vera í rúmdini. Haraftrat skal hann senda tveir smáar fylgisveinar í ringrás kring jørðina – annan teirra hevur universitetið í Aalborg bygt.

Rúmdarfarar hava altíð okkurt við sær úr sínum heimlandi. Andreas hevur eitt legofólk og ein hoptimist við sær úr Danmark. Eisini skal hann lesa upp ein tekst eftir Søren Kirkegaard og mánaævintýr, ið H.C. Andersen hevur skrivað.
 

 

Inntøkukelda ella nýhjálandaveldi?


Onkur hevur tó sett spurnartekin við, um tað er rætt at fara á ferð út í rúmdina. Hvat gera vit, um vit finna lív? Eygleiða vit, geva vit tí frið, ella órógva vit tað? Onnur síggja rúmdina sum eina møguliga inntøkukeldu gjøgnum millum annað námsvinnu. Onkur tosar eisini um eina rúmdarlift, ið skal flyta fólk og vørur út í rúmdina, tí rakettir eru so dýrar, men enn er als einki ítøkiligt í hesum. Kanska ein føroyskur rúmdarverkfrøðingur fer at vera á odda í hesum?

 

Jóhanna Magnusardóttir

 

Kelda: DR

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.