#ExoMars

TGO og Schiaparelli
#ExoMars
Sum tú møguliga hevur hoyrt, so hava ESA og Rosocmos sent eitt rúmdarfar á Mars, men hví hava teir tað?
19.10.2016 - 15:15

#ExoMars er ein samstarvsmissión millum ESA (European space agency) og Rosocmos (Russian space agency).

 

Fyri at gera tað heilt einkult, so er høvuðsendamálið fyri #ExoMars at staðfesta, um lív veruliga er á planetini Mars. Hetta er eisini orsøkin til heitið á missiónini ‘Exo’Mars – Exo er ein stytting fyri exobiologi, ein vísindalig gransking innan lív uttan fyri jørðina, eisini kent sum astrobiologi.

 

Tað eru tvey punkt í missiónini. Tað fyrsta var í Mars 2016, tá tey sendu TGO (Trace Gas Orbiter) og Schiaparelli, sum ‘hjálpir’ TGO at lenda trygt á Mars. Fyrsta missiónin verður tikin sum ein "royndarmissión", sum vísir, um tað er møguligt fyri Schiaparelli-robottin at lenda trygt á Mars.

 

 

Soleiðis skal Schiaparelli hjálpa TGO at lenda

exomars

Mynd: ESA

 

Tað næsta er í 2020, um tað eydnast Schiaparelli at lenda uttan trupulleikar á Mars, verður ein rúmdarbilur sendur upp á Mars, sum eitt nú skal bora niður í yvirflatuna á Mars. 

 

Fylgið við á facebooksíðuni hjá ESA fyri meira um #ExoMars ella á heimasíðu teirra www.esa.int/ExoMars.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.