- Tíðindi, mentan og ítróttur
Appin, sum fylgir tær tryggari heim
Nýggja appin "Companion" loyvir vinum og familju at fylgja tær trygt heim, tá tú t.d. gongur einsamøll/allur heim úr býnum. Appin boðar tínum vinum og familju frá, at tú ert á veg heim og boðar frá, tá tú ert komin trygt heim. Tú útvelur sjálv/ur, hvør skal fylgja tær heim, og tey kunnu síggja tína rutu.
Hóast appin ikki verjir teg ímóti álopi, so kannar hon, um tú brádliga byrjar at renna, oyramikrofonirnar verða hálaðar úr, ella um tú missir telefonina. Svarar mann ikki aftur áðrenn 15 sekund eru gingin, so verður tann, ið fylgir tær heim, boðaður frá og kann ringja eftir løgregluni.
Appin ger tað eisini lætt hjá tær við bert einum klikki at senda boð eftir løgregluni.
Appin er ókeypis og kann takast niður her.
Hvat heldur tú um hesa appina? Hevði tú kent teg tryggari við henni, og er hetta nakað, tú fert at nýta? Skriva ein kommentar niðanfyri.
Kelda: Mx.dk
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |