Hav eyga við sminkuni

Hav eyga við sminkuni
Veitst tú, at ein maskara einans heldur sær í 12 vikur, áðrenn hon má skiftast út? Les meira um, hvussu leingi andlitssmyrsl heldur, og hvat tú skalt ansa serliga væl eftir
22.09.2015 - 21:00

Tú kennir tað kanska: hatta kremið, sum tú fekst í jólagávu í fyri nøkrum árum síðani, stendur bara inni á vesihillini og má næstan støvast av tær ferðirnar, ið tú endiliga minnist til at brúka tað. Hin keðiliga reserva-maskaran, sum bara verður brúkt, tá tann besta er uppi. Ella kanska eitt drúgt foundation, sum barasta ikki verður tómt.  

 

Vit hava ofta ilt við at blaka vørur, sum ikki eru tómar, burtur. Men tá tað kemur til kosmetiskar vørur er ikki altíð gott at vera sparin, tí tær halda sær ikki so leingi, sum tú kanska heldur.

 

 

Útgingnar vørur eru ikki vandaleysar

Brúkar tú okkurt til húðina, sum er útgingið, so kann hetta elva til, at húðin verður reyð, brýtur út, fer at skriða, ella at tað kemur bruni í. Fyri at tryggja tær at vøran ikki er útgingin, er tí týdningarmikið at tú minnist, nær hon var keypt. 


Kosmetiskar vørur hava nemliga næstan ongantíð eitt lokadato, men hava heldur eitt merki sum hetta,     ið vísir hvussu leingi tær halda sær, eftir at tú hevur opnað tær. Í hesum døminum stendur 12M á, og merkir hetta, at vøran heldur sær í 12 mánaðar.

 

Krukkan er stóri syndarin

Flestu krem verða seld í krukkum. Men hetta er í roynd og veru eitt av ringastu íløtunum til endamálið. Bakteriurnar frá fingrum okkara seta seg nemliga beint niður í krukkuna, tá vit skava krem úr henni, og verður hon eitt satt bakteriu-bøli.

 

Brúkar tú hendurnar til at fáa kremið úr krukkuni, so verður tað skitnari og skitnari hvørja ferð og økir um vandan fyri bruna í húðini. Fyri at verja tína húð er tí best at brúka krem við pumpu ella á tupu. Fæst títt yndiskrem einans í krukku, so kanst tú nýta ein reinan vattpinn til at taka kremið úr krukkuni, soleðis at skitturin frá hondunum ikki kemur í.

 

 

Sminka til eyguni heldur sær styttst

Eygu okkara eru sera viðkvæm, og er tað tí týdningarmikið, at vit skifta maskaruna út ofta fyri at fyribyrgja eygnabruna. Maskaran er nemliga eisini hervilig til at savna sær bakteriur. Smart er tí at skifta hana út triðja hvønn mánað.

 

Týdningarmikið er eisni, at tú ongantíð deilir maskaru, eygnablýantar, og flótandi eyeliner við onnur fólk, av tí at hetta økir sera nógv um vandan fyri bruna. 

 

 

 

Vistfrøði merkir verri haldføri

Seinastu árini hevur nógv rák verið um parabenir, ið telist millum tey haldevnini, ið oftast verða brúkt til kosmetiskar vørur. Hetta hevur elvt til, at tað nú eru nógvar vørur, ið ikki hava haldevni. 

 

Um ein vøra ikki hevur haldevni, spillist hon nógv skjótari. Keypir tú vistfrøðiliga ella parabenfría sminku, er tí týdningarmikið, at tú fylgir væl við, nær tú keypti hana, og hvussu leingi hon heldur sær.

 

 

Reinar hendur og amboð

Minst til at vaska tær um hendurnar, áðrenn tú sminkar tær ella koyrir krem á. Amboð til smyrl eru eisini ein stórur bakteriuvandi og skulu vaskast við jøvnum millumbili. Brúkar tú svampar, skulu teir vaskast væl eftir hvørt brúk og tveitast burtur aftan á hægst ein mánaða. 

 

Brúkar tú penslar hvønn dag, so skulu teir vaskast í minsta lagi eina ferð um vikuna. Brúkar tú teir ikki regluliga, so eina ferð um mánaðin. Penslar kunnu aloftast vaskast við púra vanligum shampoo. Men minnst til at skola teir, soleiðis at hárini venda niður, fyri at vatnið ikki skal ávirka límið ov nógv. Legg síðani penslarnar vatnrætt at turka. 

 

 

 

Yvirlit yvir haldføri:

Krem, anlitsreins, serum, og annað til húðina: 6 - 12 mánaðir

Luktilsi: upp til 3 ár.

Putur og kinnareytt: 1-3 ár

Foundation og concealer: 1-2 ár 

Eygnaskuggar: 3 ár

Neglalakk: 1 ár

Varrastift og gloss: 1 ár

Blýantar til eygu og brýr: 6-8 mánaðir

Flótandi eyeliner: 3-4 mánaðir

Maskara: 2-3 mánaðir

Vistfrøðiligar vørur: upp til 6 mánaðir

 

Gev gætur at hetta einans eru generel tøl, og tað er tí ikki víst, at tey gera seg galdandi fyri tær vørurnar, ið tú eigur. Kanna tí altíð haldgóðskumerkið á tínum kosmetisku vørum. Byrjar ein vøra at lukta, broyta lit ella konsistens, so tveit hana burtur beinanvegin, eisini um hon ikki eigur at vera útgingin.



 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.