- Tíðindi, mentan og ítróttur
7 góð sjálvbrúnararáð
Minnist tú hina ferð, tá tú koyrdi sjálvbrúnara á? Tað bleiv nakað so flekkut, og tínar hendur vóru tíggju ferðir myrkari enn tín kroppur? Sjálvbrúnarin vildi ikki fara av aftur, og tú mátti ganga í langum ermum í tvær vikur? Ja, tú ert ikki einsamøll/mallur. Fylg hesum sjey ráðunum og tryggja tær javnari og flottari úrslit.
1) Raka beinini dagin fyri
Beinini kunnu skjótt síggja flekkut út, um tú rakar tey aftaná, av tí at deyðar húðkyknur verða skavaðar við rakiblaðnum.
2) Exfoliera kroppin
Hetta skal eisini gerast, áðrenn tú koyrir sjálvbrúnaran á. Skilagott er at brúka ein "exfolierara", ið ikki inniheldur olju. Ger hann tað, verður sjálvbrúnarin ójavnur.
3) Vætukrem!
Koyr vætukrem (a.k.a. fuktigheitskrem) á øll tey "turru" støðini á kroppinum: albogar, knø, fingraspíðsar og hælir. Hesir kroppslutir eru vanliga turrari enn aðrastaðni, og súgva av tí sama meira av vætu í seg, og verða tí myrkari av sjálvbrúnaranum.
Les eisini: Soleiðis bjargar tú sokkabuksunum
4) Boyggj fingrarnar, tá tú koyrir sjálvbrúnara á hondina
Hetta ger, at tú fært sjálvbrúnaran í knúgvarukkurnar, soleiðis at tínir fingrar ikki hava hvítar strikur, tá tú boyggir teir.
Mynd: Ruben Chamorro
5) Altíð brúka sjálvbrúnarahandskar
Brúkar tú hondina, er tað stórri vandi fyri at sjálvbrúnarin verður ójavnur, og tínar hendur verða ein heilt annan lit enn kroppurin hjá tær. Um tú bert fært brúkt hondina "exfoliera" so lógvunum væ,l eftir at tú hevur smurt á teg.
6) Føna kroppin
Heldur enn at bíða eftir at sjálvbrúnarin tornar, kanst tú tendra fønaran og seta hann á ta kaldu stillingina og føna kroppin.
Les eisini: Soleiðis fært tú varrastiftina at halda longri
7) Ikki nýta vørur, ið hava olju í
Tá tú vaskar tær, er skilagott at ikki nýta sápu, ið exfolierar kroppin. Eisini er best, um tú brúkar vætukrem, ið ikki inniheldur olju. Heldur tú teg burtur frá exfolierandi sápu og olju-vætukremi, avlitast sjálvbrúnarin penari.
Psst ... um tú keypir ein sjálvbrúnara, ið er gjørdur til andlitið, er tað smart at koyra á har, ið tú vanligt hevði "contoura" tíni kinnabein. So sparir tú tíð uppá at skula koyra sminku á tíni kinnabein um morgunin. #IWokeUpLikeThis
Mynd: Ruben Chamorro
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |