Teitur, Teitur, Teitur…

Teitur, Teitur, Teitur…
Retur med Teitur var bæði søtt, milt og heimligt. Og eitt boost til okkara fánaða tjóðskaparsamleika
22.09.2015 - 13:45

Alt skal í dag vera so forbankað norðurlendskt. Ja, óansæð hvat tiltak ella hvørja matstovu mann fer á, ja, so verður mann bombarderaður við norðurlendskum ískoyti, sum líka skal minna ein á, hvør mann er, so mann ikki endar sum ein ókulur, rótleysur og einkisigandi nomadur. Tað sama ger seg galdandi her.

 

Onkur fær sær snaps. Onkur annar sleikir fiskasuppurestir av kjálkanum. Og uppaftur onnur standa gløðandi uppi yvir kvinnunum, sum binda.

 

Her eru langar køir allastaðni. Ja, sum ein útspentur tógvbóltur. Summi bíða eftir at sleppa inn á økið. Onnur standa slevandi uppi yvir fiskasuppuni. Vesikøirnar uttan fyri konufólkavesini eru eisini langar. Fleiri standa bíðandi eftir at sleppa inn í eitt skap, sum sær út sum ein iglo. Og so eru nógv, sum bara vilja keypa sær eina øl.

 

Tað kølnar. Sólin flýggjar longur og longur vestur eftir, og sandfarvaðu múrsteinsbygningarnir taka væl ímóti hesum appelsingula litinum, sum bara verður bjartari og djúpari.

 

Og her standa vit. Á bryggjuni. Eksotiskir danir og nokk so smartir føroyingar. Og so nakrir útlendingar, sum mest síggja út sum vilstir týskarar á vaglinum. Men tað hevur bestemt eisini sína sjarmu.

Kvonn trívur í seinasta lagið, og lívligi víkkingastemningurin nærkast hæddini. Mr. Blak spælir uppá eina nakna kontrabass, ímeðan hini tralla til hopputtu taktirnar og tónarnar.

Bygningarnir rundanum eru høgir, ja, líka høgir sum smáir og nettir fjallatoppar.

 

Sólin fer nú niður. Eftir er ein turt blágulur litur, sum hvørja løtu gerst svartur. Og Teitur byrjar at spæla. Hann er í eini myrkagrønari skjúrtu. Liturin er vakur. Men okay, eg havi eisini ein veikleika fyri myrkagrønum. Vinstrumegin bátin, sum Teitur stendur á, er ein fínur íbúðarblokkur. Fólkini kaga út ígjøgnum sína akvariumsíbúð sum nakrir privilegeraðir gullfiskar hálvliggjandi í sjálvum egginum. Munnu tey vera lukkulig?

 

Ímillum róligu løgini hjá Teiti aktiverar hann fjøldina á gebrokkaðum donskum – men uttan føroyskar eftirtónar. Ivaleyst ein heimagjørdur máldámur.

 

Fólk eru róligari enn vanligt. Eg veit ikki, um tað er Teitur, havið ella stjørnurnar.

Beint sum alt bleiv so linligt, ja, so verða øll biðin um at dansa (den færøske dans). Alt rørist. Fólk fara hoppandi, skroppandi og kvøðandi avstað. Smílini breiða seg, tí ja, fólk halda, at hetta er ordiliga stuttligt.

Løtu eftir skulu øll koyra sín ringitóna frá, sum fær bryggjuna at ljóða sum eitt framtíðarrúmdarfar í vanda. Og beint aftaná diskar hr. Lassen eisini upp við einum fittum gentukóri.

Og so at enda toppar norðurlendska huglagið, ið spøkir í hvørjum horni, tí tá kemur sjálv Eivør smáfúkandi niðan á pallin og opnar sín einglamunn.

 

Konsertin í síni heild er ikki nakað tónleikaligt meistarverk, men góð. Heildin er so sera góð.

 

Løgini, luktirnir og landslagið er heimligt. Og øll, sum eg fái eygað á, fara smílandi avstað, finna sína súkklu og rulla bleytt heim til sín sjálvs sum rættir norðurlendingar.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.