- Tíðindi, mentan og ítróttur
UMMÆLI: Glasbúrið sker ígjøgnum
Flest allir Hoydals-næmingar kenna Sámal Soll sum ensktlærara í Hoydølum, og hann skuffar heldur ikki við sínum innliti í ungdómslívið. Stundum kunnu ungdómsbókmentir gerast kiksaðar og veruleikafjarar, tá tær eru skrivaðar av rithøvundum, sum vóru ungir fyri 20 árum síðani - ungdómslívið verður ofta lýst út frá tí, sum 90‘ini høvdu at bjóða. Tað sæst tó týðiliga, at Sámal dagliga arbeiðir við ungum fólki, og referansurnar í bókini gerast sostatt sera nútíðarhóskandi. Í hesum stuttsøguheiminum er snildfonin uppfunnin, og internetið dúvar ikki upp á kallnetið.
Nakrar av søgunum eru langar og beinraknar, meðan aðrar eru stuttar og poetiskar. Hóast poetik, verður sex ikki lýst út frá náttúruni og eini blómu, sum er sera eyðkent fyri eldri bókmentir. Ungdómurin vil hava beinraknar og beinleiðis lýsingar av evnum, sum ikki longur eru tabu - so sum sex og samkyndleika.
Hóast føroysktlærarin heilt víst kann yvirtulka savnið og finna eini túsund evni, so eru vald og harðskapur gjøgnumgangandi evni í bókini. Vald og harðskapur kunnu skiljast kropsliga og sálarliga. Sámal viðger serliga sálarligan harðskap og vald. Hesi evnini verða lýst við dupultmorali og ironi. Á hendan hátt gerast stuttsøgurnar spískar og samfelagsrevsandi.
Gjøgnumgangandi fyri allar stuttsøgurnar er, at tær hava ein fucked-up og avskeplaðan enda. Ein veit ongantíð, hvussu søgan lagar seg og ger lesaran bundnan at lesa søguna lidna. Hetta riggar so f***ing væl.
Petur Oluf Rasmusarson Norðvík er næsta søgan í stuttsøgusavninum og inniheldur nøkur av teimum elementunum, sum eyðkenna allar søgurnar og gera bókina so feita. Her kennir uppreistrarsinnaði ungdómurin seg óivað aftur, tá Sámal skrivar um valdsmisnýtslu á politiska pallinum í Føroyum og objektifisering av kvinnukroppinum.
Kiksað framstilling av kvinnum ella djúp ironi?
At eitt mannfólk hevur skrivað savnið, er eingin ivi um. Tað eru nógvar - fyri ikki at siga ríkiligt - av seksuellum referansum til gentur og kvinnur. Tað kemur fleiri ferðir fyri, at talan er um eina lekkra gentu, sum hevur góðar boppur og pornoreyv, sum frásøgufólkið sjálvt tekur til. Stundum kann hetta tykjast kiksað - ella sum um at ein hormonbumbaður tannáringur hevur fest sínar seksuellu dreymar niður á pappír. Hetta sæst serliga aftur í stuttsøguni Leygarkvøld, har ein “lekkur” genta fer yvir til ein kiksaðan drong og “out of no where” spyr hann, um tey skulu fara at mogga.
Á hinum bógnum kann talan eisini vera um ein ironiskan undirtóna, har Sámal vísir á, hvussu óhoyrt tað nevnliga er, at ein genta hevur hendan framferðarháttin. Tí vanligt hoyrir ein um, at ein drongur ber seg at á henda hátt. Lesarin gerst óivað kløkkur ella nærmast provokeraður, tá gentan vísir so erliga á sín seksuella tørv.
Hesi omanfyri standandi útsøgn stuðlar stuttsøgan Petur Oluf Rasmusarson Norðvík undir. Søgan snýr seg um ein konservativan politikkara, ið eitur Petur Oluf. Hann livir eitt trivielt lív, tó so - tann heldur eldri politikkarin sneytar ofta ungar, lekkrar gentur. Hann tekur myndir av ungu gentunum, uttan at tær vita av. Handan fasaduna er hann ein vanligur, konservativur maður, men inni í skrivstovu síni í Løgtinginum situr hann og fleygar sær til myndirnar av ungu gentunum, sum allar hava eitt sokallað “kom-og-mogga-bros”. Heldur ikki er tað tilvildarligt, at Sámal dregur Løgtingið uppí, tí lesarin fær nevnliga ein smakk av rotinskapinum, sum krógvar seg handan vald og prestige.
Politiið hevur frænir av honum, og søgan endar við, at maðurin so líðandi umskapast til eina prostitueraða kvinnu. Óviljað spyr hon dreingir á gøtuni, um teir tíma at mogga. Petur Oluf upplivir soleiðis hansara egnu objektifisering á egnan kropp. Tað óætlaða “kom-og-mogga-brosið” gerst nú ein sonn marra hjá Petur Olufi Rasmussen Norðvík.
Aftur her traðkar ironiin í karakter, og Sámal vísir á trupulleikan av objektifiseraðu kvinnumyndini í nútímans samfelagnum. Soleiðis kann kiksaða framstillanin av kvinnuni skiljast sum djúp ironi, heldur enn at Sámal hevur misfatað tankagongdina hjá kvinnuni. Sum lesarar velja vit at síggja stuttsøguna sum samfelagskritikk heldur enn eina kiksaða avmynd av kvinnuseksualitetinum.
Frá 1900-og-grøntkál aftur til 2015
Stuttsøgurnar Fríggjakvøld, Leygarkvøld og 10 ára broytingin lýsa nógv ungdómsmentanina anno 2015. Endiliga sleppa vit undan at hoyra um drong, ið hevur ligið við gentu og síðani fest hana sum frúgv. Somuleiðis fara tey ungu heldur ikki í dans at lurta eftir disko frá 80‘unum. Nú hoyra vit veruliga um, hvussu ungdómslívið er anno 2015, sum eisini, umframt dans, inniber ov nógv rúsdrekka, spýggj og politiið.
Stuttsøgan Fríggjakvøld lýsir sera beinrakið, hvussu eitt fríggjakvøld hjá einum kiksaðum dreingi háttar seg. Stuttsøgan fylgir einum ungum dreingi, ið situr einsamallur eitt heilt kvøld á eini barr og drekkur seg skít. So líðandi á kvøldinum prátar hann við barrvørin og eygleiðir eitt yndigt par á dansikvøldinum. Kvøldið endar við, at hann dettur av á vesinum saman við sínum spýggi. Tað endar við, at hann gongur oman í Steinatún, har hann eisini dettur av. Politiið finnur dreingin og koyrir hann heim til mammuna, har hon tekur ímóti honum. Orsaka, er tað einasta, drongurin fær sagt.
Hendan søgan er beinrakin og einføld. Tað eru óivað nógvir ungdómar, ið ávikavist kenna seg aftur í hesum ella vita um onkran annan, ið hevur upplivað hetta.
Tann feitasta søgan er óivað 10 ára broytingin, ið snýr seg um eitt fyrrverandi par, ið møtist aftur eftir 10 ár. Kvinnan sigur síðani, at hon ynskir, at hon og maðurin skulu koma saman aftur, men tað ynskir hann ikki. Tað vísir seg seinni, at hann er samkyndur. Samkyndleiki er jú eitt evni, ið fyllir nógv á almenna kjakpallinum í Føroyum, meðan tað fyrr var heldur erkvisið og tabu.
Ungdómurin ikki undirmettur
Stuttsøgurnar Marrubókin, Glasbúrið, Bókabøðil og Er Nakar Har hava allar til felags, at tær eru daprar og óhugnaligar. Nógvur harðskapur - bæði sálarliga og kropsliga - fer fram. Her er tað serliga, at Sámal skrivar um sálarlívið hjá menniskjanum, og hvussu menniskjað kann verða fangað í sínum egna høvdi. Hetta eru tær stuttsøgurnar, ið eru væl djúpari enn aðrar í savninum. Hetta vísir eisini á, at Sámal ikki undirmetir ungdómin, samstundis sum stuttsøgurnar ikki eru óneyðuga háfloygdar. Her verður lesarin bjóðaður av og sleppur at kanna sítt abstraktións-støði.
Eitt veruligt svart hol í savninum
Afturvið rósum kasta vit eisini rís. Stuttsøgan Svart Hol er veruliga eitt svart hol í savninum. Hon er langdrigin og tykist at vera ífylla í savninum. Ikki tað, sum lesari skilir ein boðskapin hjá Sámali um svarta holið við rúsdrekkamentanini og hinum reservaða føroyinginum, sum ikki hevur samband við sínar kenslur. Stuttsøgan er tó alt ov langdrigin og hevur einki hæddarpunkt.
Aftur her kann langdrigna søgan avspegla langa og innihaldsleysa lívið hjá høvuðspersóninum, men søgan er óneyðug, og kundi hetta evnið verið lýst heldur betri.
Aftrat hesum tykist tað sjálvfeitt, tá Sámal nevnir sítt egna navn í ymsum samanhangum, so sum at onkur persónur eitur í Sámalstovu. Droppa tað - tað kiksar.
Ikki ov yvirfladiskt ella óneyðuga cheesy
Stuttsøgusavnið er eitt nýbrot í føroyskum skaldskapi, tá talan er um skaldskap til ung. Hetta stuttsøgusavnið riggar. Tað er ikki ov yvirfladiskt ella óneyðuga “cheesy”. Eisini dregur hann nútímans viðurskiftir inn, sum tú eisini lesur í enskum og donskum skaldskapi, men tó er tað serligt, at vit ungu kunnu lesa hetta, har vit samstundis hoyra um føroysk staðarnøvn.
Eisini skal Sámal Soll eiga rós fyri dirvið at skriva yvirdrivið. Føroyskur skaldskapur til ung er ofta undirdrivin við nógvum abstraktum lýsingum. Sámal torir at kalla ein harðan murt fyri ein harðan murt og skriva um blóðuttar fucked-up hendingar.
Savnið er djúpt og modernað. Sámal missir ikki tráðin, tá hann skrivar um yvirfladiskar ungdómstrupulleikar. Hann undirmetir ikki ungdómin, og tað er gleðiligt.
Glasbúrið fær tískil 5 út av 6 R'um
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |