- Tíðindi, mentan og ítróttur
10 ár síðan Muhammed varð avmyndaður
- Tað pínur líka nógv hvørja ferð. Tað krevur líka nógva sannføring hvørja ferð. Hvørja ferð kennist tað sum eitt álop á okkara journalistiska integritet. Har er bara eingin vegur uttanum, sum í sær sjálvum er eitt prógv uppá, hvussu hótt okkara talufrælsi í dag er í einum so opnum samfelag sum tað danska, sigur núverandi blaðstjóri á danska blaðnum Jyllands-Posten, Jørn Mikkelsen.
Nógv umrødda, danska tíðindablaðið hevur ikki prentað eina einastu Muhammed tekning tey seinastu tíggju árini. Tó hava tey tey seinastu tíggju árini havt lesitilfar, sum í sær sjálvum skal leggja upp til og inspirera talufrælsi.
Frágreiðing um Muhammed krisuna
Eins og danska blaðið valdi blaðstjórin á franska satirublaðnum Charlie Hebdo, Laurent Sourisseau, eisini at at trekkja seg fyri at verja síni starvsfólk.
- Vit teknaðu Muhammed fyri at verja prinsippið um, at mann kann tekna tað, mann vil. Tað er eitt sindur løgið, tí tað er væntað av okkum, at vit verja talufrælsið, men har er eingin, sum torir at gera tað. (...) Vit hava gjørt okkara arbeiði, sigur Laurent.
Hvat er Charlie Hebdo, og hvat er hent tí?
Nýggja útgávan av Muhammed tekningunum, sum Jyllands-Posten legði út í gjár.
- Tað er eisini ein miðils uppgáva - at fóðra kjakið við nýggjum vitaminum, tá vit nú ikki kunnu nýta ta symbolsku verjuna í tekningum. Verjan av talufrælsi er og verður eitt kjarnuvirði hjá Jyllands-Posten, sigur Jørn Mikkelsen.
Originalu Muhammed tekningarnar
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |