- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sirkus Bio: 20.000 Days on Earth
Í kvøld verður Sirkus Bio, har filmurin 20.000 Days on Earth verður vístur, og tað verður Benjamin Petersen, sum leiðir filmin inn.
Hevur tú ongantíð hoyrt um Sirkus Bio fyrr, so gongur tað út uppá, at tú kanst fara oman í Sirkus í Vágsbotni og hyggja at einum góðum filmi. Tað er ókeypis atgongd, og eisini eru ókeypis poppkorn afturvið.
Filmurin, sum verður sýndur í kvøld, er ein tónleikadokumentarur um Nick Cave. Um filmin verður millum annað sagt, at "Tað finnast góðir og ringir tónleikadokumentarar. 20.000 Days On Earth, ið snýr seg um avstralska tónleikaran, skaldið og mentanarikonið Nick Cave, er eitt strálandi dømi um, tá tónleikadokumentarar eru best."
Filmurin er á enskum við enskum undirtekstum og er í 97 minuttir. Filmurin byrjar kl. 20.00.
Les meira um filmin á Facebook tiltakinum til Sirkus Bio í kvøld.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |