Vox pop: Hvat var tað besta við Ung í Føroyum 2013?

Frá vinstru: Bjarni, Anna Sofía, Jónas, Erla Drós.
Vox pop: Hvat var tað besta við Ung í Føroyum 2013?
Farna vikuskiftið varð ungdómsstevnan Ung í Føroyum aftur hildin. Röddin hevur spurt tríggjar luttakarar og eitt stórasystkin, hvat tey hildu um tiltakið.
19.11.2013 - 11:00

Erla Drós Erlendsdóttir Simonsen, 17 ár, sjónleikur:

Hvat var tað besta við Ung i Føroyum 2013?

- Mær dámdi sera væl Ung í Føroyum hetta árið! Tað var feitt eisini at sleppa inn til sjonleik, hóast eg hevði sett tónleik, sum fyrsta val. Eg fekk onkur nýggj vinfólk eisini. 

 

Ætlar tú tær at fara aftur?

- Hetta var seinasta árið, eg slapp við til Ung í Føroyum, tí næstuferð verði eg 19 ára gomul, so eg eri glað fyri at eg fór!

 

Jónas Gaard, 13 ár, tónleikur:

Hvat var tað besta við Ung í Føroyum 2013?

- Samanhaldið og at møta nýggjum fólki. Tað var øgiliga stuttligt at spæla konsertina sunnukvøldið.

 

Ætlar tú tær at fara aftur?

- Ja, eg fari aftur!

 

Anna Sofía Andreasen, 17 ár, búnar:

Hvat var tað besta við Ung í Føroyum 2013?

- Eitt tað besta fyri meg vildi nokk verið, at mann var ígongd allan dagin við onkrum kreativum í einum jaligum umhvørvi.

 

Ætlar tú tær at fara aftur?

- Eg hevði við gleði farið aftur, um eg ikki hevði verið ov gomul næstuferð. Men eingin veit, kanska eg komi aftur sum stórasystkin!

 

Bjarni Falkvard Joensen, 21 ár, stórasystkin:

Hvat var tað besta við Ung í Føroyum 2013?

- Tað besta við stevnuni í ár var, at eg var stóribeiggi á búnaverksmiðjuni. Luttakarinir voru so góðir at fáast við, at eg neyt hvørja løtu, eg var saman við teimum. Og at vera ein partur av stórasyskjunum aftur í ár var fantastiskt!

 

Ætlar tú tær at fara aftur?

- Eg fari heilt sikkurt aftur sum stóribeiggi á Ung í Føroyum! Sera væl nøgdur við stevnuna.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.