- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mogga fyri tjóðina
Alt ov nógv bíða alt ov leingi, áðrenn tey fáa fyrsta barnið. Hetta merkir, at summi slett ikki náa at fáa eitt barn, og at onnur ikki fáa so nógv, sum tey vilja hava. Jú eldri tú blívur, jú verri verður tað nemliga at gerast við barn.
Fá tær børn, meðan tú lesur
- Millum lesandi er sjónarmiðið ofta tað, at tú skalt bíða við at fáa tær børn, til tú ert liðug/ur við útbúgvingina og hevur fingið arbeiði. Hetta er ein stórur trupulleiki, tí fleiri ung vita yvirhøvur ikki, hvussu nógv aldurin hevur at siga, tá tað snýr seg um at gerast við barn, og nógv fáa trupulleikar av hesum seinni, sigur heilsuborgarstjórin í Keypmannahavnar kommunu, Ninna Thomse.
- Vit ynskja tí fegin at gera lesandi varðug við, at tað væl ber til at fáa sær børn, meðan mann lesur.
Ov gomul tá vit fáa fyrsta barnið
Í Danmark eru kvinnur í miðal 29 ára gamlar, tá tær fáa fyrsta barnið. Kvinnur við hægri útbúgving eru ofta enn eldri; 31.8 ára gamlar. Líkindini fyri at gerast við barn, tá tú ert 25, eru dupult so høg, sum tá tú ert 35.
Hetta er ein stórur trupulleiki, um fólk ynskja sær meira enn eitt barn og eru yvir 30, tá tey fáa tað fyrsta.
- Tí hava vit gjørt eitt átak, ið skal varpa ljós á, at fertiliteturin fellur sera nógv við aldrinum, sigur Ninna Thomsen, ið eisini vil vera við, at tað eru nógvir fyrimunir við at fáa barn, meðan mann lesur.
- Tú hevur meira tíð sum lesandi og hevur meira orku til barnið, meðan tú ert ung/ur, sigur hon.
Mogga fyri tjóðina
Átakið hevur fingið stuttliga heitið Knald for Danmark, og hevur DR m.a. verið við til at gjørt sendingar um fertilitetstrupulleikar í Danmark til hetta endamálið. Eisini hevur Spies gjørt eina reklamu, ið varpar ljós á tað sama.
Omanfyri sært tú reklamufilmin, ið Spies hevur gjørt til Knald for Danmark.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |