Eitt av høvuðsnøvnunum á Roskilde Festival avdúkað

Eitt av høvuðsnøvnunum á Roskilde Festival avdúkað
Í dag bleiv eitt av høvuðsnøvnunum á Roskilde festival avdúkað, og tú kanst gleða teg at hoyra Red Hot Chili Peppers á ársins festivali
28.10.2015 - 11:45

Teir hava selt meir enn 80 milliónir fløgur kring allan heimin og hava vunnið sjey Grammy virðislønir. Amerikanski bólkurin, Red Hot Chili Peppers, sum er kendur fyri at blanda funk, hip-hop og rokk, er eitt av høvuðsnøvnunum á Roskilde Festival 2016.

 

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Red Hot Chili Peppers spælir á Roskilde Festival. Teir spældu í 1996, 2002 og triðju ferð í 2007 á Orange Scene. Teir hava síðstu tíðina arbeitt hart við 11. fløguni, sum verður tað, tú kemur at hoyra á festivalinum.

 

Millum teir mest eyðkendu sangirnar hjá bólkinum eru millum annað "Under The Bridge" frá 1991 og "Californication" frá 1999.

 

 

 

 

Umframt Red Hot Chili Peppers, eru 10 av 175 nøvnum avdúkað inntil víðari:

 

  • Action Bronson (US) 
  • Mac Demarco (CA) 
  • Courtney Barnett (AU) 
  • Cattle Decapitation (US) 
  • Colin Stetson & Sarah Neufeld (CA) 
  • Ho99o9 (US) 
  • Kuedo (DE) 
  • Qwanqwa (ET) 
  • Sleaford Mods (UK) 
  • Sturgill Simpson (US)
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.