Vilt tú læra mál?

© Jóhanna Magnusardóttir
Vilt tú læra mál?
Troytt/ur av vánaligum karakterum í týskum, fronskum ella sponskum? Troytt/ur ikki at skilja og so avgjørt ikki duga at úttrykkja teg á fremmandamálum? Her eru nøkur ráð
29.10.2015 - 02:30
  1. Flyt: far til eitt land við málinum sum fyrsta mál í eina tíð, men ansa eftir ikki bara at vera saman við øðrum útlendingum, tí so lærir tú ikki málið so skjótt.

     
  2. Sjeik/damu: finn tær sjeik/damu við tí málinum sum fyrsta mál. Hetta tykist ógvuliga effektivt, um tú dugir eitt sindur frammanundan.

     
  3. Pennavinir: googla ‘pen pals’ og málið, tú hevur hug at læra. Kanska tit kunnu byrja við at skriva ella chatta og síðani halda fram at práta saman. Um tað riggar væl, hevur tú lært nógv og fingið ein nýggjan vin úr einum øðrum landi. Um hetta er móðurmálið hjá viðkomandi, kanst tú kanska fáa hann/hana at hjálpa tær at rættlesa skúlappgávur?

     
  4. Chatta: brúka málið, tá tú samskiftir við tínar floksfelagar. Tað er ofta ikki so torført at brúka fremmandamál at spyrja “hvat gert tú?” ella at gera eina avtalu, men tað fær teg at hugsa á málinum. Um tú ert ordiliga ágrýtin, kundi tú spurt tey, sum undirvísa útlendingum í føroyskum, um nakar hevur ‘títt’ mál sum móðurmál og so kundu tit hjálpt hvørjum øðrum.

     
  5. Dagbók: skriva dagbók á málinum, tú vilt læra. At byrja við kann hon tykjast barnslig, men so hvørt sum tú lærir meira, verður eisini meira, sum tú kanst úttrykkja, og tú dugir nú glosur til títt gerandislív.

     
  6. Filmar: eitt hugskot er at hyggja at filmum, sum tú longu kennir, sum eru umsettir. Hetta kundu til dømis verið teknifilmar. Um tú ert komin eitt sindur longri, kanst tú bara hyggja at vanligum filmum á tí málinum. Er tað ov toført at byrja við, kanst tú fyrst hava tekst á donskum/enskum, síðani á fremmandamálinum og at enda koyra tekstin heilt burtur.

     
  7. Tónleikur: finn tónleik, tær dámar, á málinum, tú vilt læra. Tað sigst, at tú eisini lærir mál ótilvitað, tá tú lurtar eftir tí. Eisini kanst tú googla tekstirnar.

     
  8. Podcasts/útvarp: koyr tær nøkur podcasts, tú heldur vera áhugaverd, inn á ipoddin ella telefonina. Hetta kundi kanska verið eitt lær-teg-málið podcast. Eisini kundi tú vitað, um tú ikki fanst onkra áhugaverda útvarpsrás, sum hevði netútvarp eisini. Um tað so bara er ein tónleikarás, so práta tey aloftast eitt sindur av og á. Lurta eftir tí, meðan tú gert reint ella ert í fitnissentrinum.

     
  9. Memrise/Quizlet: brúka heimasíður sum t.d. memrise.com ella quizlet.com at víðka orðatilfeingið. Eitt sindur hvønn dag. Tú kanst antin sniðgeva títt egna skeið ella fylgja einum, sum onkur annar longu hevur gjørt.

     
  10. Set í samband: orð, sum tú hevur ringt við at minnast, kanst tú royna at seta í samband við okkurt, sum tú kennir. Sí dømi her og her.

     
  11. Seðlar: set seðlar upp í kamarinum. Áðrenn tú veitst av, veitst tú, hvussu gólvteppi, veggjaklokka, myndaramma o.s.fr. eita. Eitt gott ráð er bara at heingja nakrar fáar upp í senn. Eru teir ov nógvur, tíma tey flestu als ikki at hyggja at teimum og læra heldur einki. Tú kanst eisini hanga seðlar upp framman fyri kummuni ella á speglinum, so venur tú tað hvørja ferð, tú gert nummar tvey ella bustar tenn.

     
  12. Tungan: finn útav, hvar í munninum tungan skal liggja, tá tú sigur ávís ljóð. Spyr læraran ella set teg við onkrum øðrum, sum dugir málið flótandi, og royn at flyta tunguna runt í munninum, meðan tú sigur ljóðið. Tá viðkomandi sigur, at tú úttalar tað rætt, hevur tú nokk funnið útav, hvar í munninum hon skal vera.

     
  13. Upptøka: tak teg sjálva/n upp, meðan tú lesur upp. Viðhvørt er lættari at hoyra feilirnar, tá tú lurtar aftir eftir tí. Síðani kanst tú lurta eftir tí av og á fyri at minna teg á søguna áðrenn próvtøkuna ella bara læra nakrar setningar. Hetta kann eisini gerast við smáum samrøðum, sum tú kanst læra teg.

     
  14. Slaturbløð: les slaturbløð, mótabløð ella onnur áhugabløð við lítlum teksti. Kanska tað er heldur torført at byrja við, men ofta verða somu orðini brúkt aftur og aftur, so tá tú hevur lært teg tey, er tað ikki so torført.

     
  15. Minnisspæl: tað var nokk so stuttligt at spæla ‘memory’ sum barn, ha? Ger tær títt egna við glosum. Para síðani eina føroyska glosu og eina á fremmandamálinum. Dámar tær væl at tekna, kanst tú eisini nýta tekningar heldur enn føroyskar glosur.

 

Hvørji eru tíni ráð til fólk, ið hava hug at læra mál?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.