Individualiseraðar ævintýrahetjur

Individualiseraðar ævintýrahetjur
Flestu menniskju í nútímans samfelagnum hava av og á brúk fyri at halda steðg frá veruleikanum eina løtu og hugna sær við eini góðari søgu í vetrarmyrkrinum
04.11.2015 - 16:30

 

Tað er ikki so galið hjá tí happaða at hoyra um ljóta dunnuungan, ið bleiv til ein vakran svan, og hjá skilsmissibarninum at hoyra um, hvussu Øskufía fekk prinsin, meðan stjúkmóðirin og stjúsystrarnar nipnar máttur hyggja at. 

 

Øll tykjast hava sítt at dragast við í gerandisdegnum, og tá kann vera gott við einum ævintýri, ið gevur troyst og vón, at sjálvt tann, sum er býttastur ella ljótastur, kann enda við prinsessuni og hálvum kongaríkinum.

 

 

Ævintýr sum samfelagsspegil
Ævintýr eru enn í dag ein stórur partur av okkara veruleika. Tó eru søgurnar um tað góða og tað ónda broyttar í samsvar við samfelagið.

 

Í dag snúgva ævintýrini seg ikki so nógv um raskar bóndasynir og vakrar prinsessur, sum bíða eftir teimum. Í dag hava ævintýrini skift ham og snúgva seg um alt millum himmal og jørð. Flestu teirra hava tó onkur felags eyðkenni, sum eisini eyðkenna dagsins samfelag.

 

 

Skraddaraseymaður samleiki
Sosiologar sum Anthony Giddens og Ulrick Beck vísa á, at menniskju í postmodernaða samfelagnum eru individualiserað. Vit hava ikki felags samleika á sama hátt sum í eitt nú bóndasamfelagnum, og vit skraddaraseyma egnan samleika burtur úr m.a. útbúgving, áhugamálum og ymsum leiklutum í sosialum samanhangum.

 

Við hesum verður verri at identifisera seg við onnur, tí eingin er nakrantíð í júst somu støðu sum tú. Tey hava onnur áhugamál, aðrar útbúgvingar og aðrar royndir sum heild, meðan hetta ikki á sama hátt var satt, tá ommur og abbar okkara vuksu upp. Tey gingu kanska eitt sindur í skúla (øll børnini í bygdini í sama skúla), gjørdu gerandisarbeiði heima, giftust og fingu børn. Lívsleiðin hjá postmodernaða menniskjanum er hinvegin nógv meira fjølbroytt og individuell.

 

 

Skúlatroyttur bóndasonur?
Broytingin verður speglað í eitt nú fantasysjangruni í mun til fólkaævintýrini. Í fólkaævintýrunum eru ofta bert ein hetja/høvuðspersónur, og eru persónslýsingarnar einfaldar.

 

Vit fáa ongantíð at vita, um bóndasonurin er skúlatroyttur ella um prinsessan er troytt av, at pápin og kongurin altíð skulu avgera alt. Kanska hetta ger persónarnar meira alment menniskjansligar, men møguleikin hjá postmodernaðu menniskjuni at kenna seg aftur í nútímans skaldskapi gerst størri, tá hetjurnar gerast fleiri og fjølbroyttari. Tá er møguleikin at raka onkra persónslýsing, ið júst tú kennir teg aftur í, størri, halda summi.

 

 

Fjølbroyttar fantasy hetjur
Fjølbroyttari og meira individuellar hetjur síggjast aftur í millum annað bókunum um Harry Potter, í Hungursleikunum og í Star Wars røðini, ið júst er við at gerast aktuell aftur.

 

Persónslsýsingarnar eru als ikki so einfaldar sum í fólkaævintýrunum, og vit fáa eina betri mynd av hvørjum einstøkum persóni, teirra bakgrund, áhugamálum, ynskjum, dreymum o.s.fr. 

 

Eisini hava hesar røðirnar til felags, at tær hava fleiri enn eina hetju og oftast av báðum kynum. Við fleiri hetjum er kanska lættari hjá eini postmodernaðari menniskju at finna eina hetju at identifisera seg við, enn tað er í fólkaævintýrunum.

 

Gott, ónt ella eitt sindur av hvørjum?
Eitt annað, ið kanska ger tað lættari at identifisera seg við hetjurnar úr fantasy sjangruni er, at hóast tað er týðiligt, hvør er ‘góður’, og hvør er ‘óndur’, so er hetta ikki longur so svart-hvítt. Tann góða hetjan kann eisini leypa framav í øði ella gera okkurt skeivt, og vit skilja tey ofta væl, hóast vit eisini vita, at tað allarhelst ikki er rætt. Soleiðis kunnu vit eisini kenna okkum aftur í tí ‘góða’, hóast hetjurnar eisini eru menniskjansligar.

 

Filmurin um Maleficent er eitt dømi um hetta og letur ein annan heim upp fyri hyggjaranum – nú skilja við óndu gívrina úr Tornarósu, og at hon als ikki neyðturviliga er ónd, men hevur verið fyri órætti, og at nógv okkara allarhelst eisini høvdu gjørt sum hon, vóru vit í hennara støðu.

 

Heimurin tykist gerast meiri og meiri fløktur og hetta tykist eisini speglast aftur í bókmentunum. Tað merkir tó ikki, at vit ikki kunnu njóta søgur – bæði tær góðu, gomlu úr fólkaævintýrum og nýggjari fantasy søgur – aftur við einum heitum temunni í vetrarmyrkrinum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.