Prinsessur við svørði í hond

Prinsessur við svørði í hond
Samstundis sum kvinnurørsla og broyttir kvinnuleiklutir hava gjørt vart við seg í samfelagnum, hava eisini prinsessan og heksin úr fólkaævintýrum skift ham í nútímans bókmentum, filmum og teknirøðum
11.11.2015 - 08:45

Mongum okkara dámar væl at hoyra eitt gott ævintýr ella hyggja at einum Disney-teknifilmi uttan at yvirtulka tað við ástøðinum hjá Freud ella Bettelheim. Okkum dámar væl einføldu søgurnar, har tað góða vinnur á tí ónda, og okkum dámar væl at hyggja at vøkru tekningunum. Men kanska tað tó av og á kann vera gevandi at hyggja nærri at ævintýrunum og teirra samtíð í mun til okkara nútíð.

 

 

Kvinnuleiklutir í fólkaævintýrum
Kvinnuligu høvuðspersónarnir í fólkaævintýrunum, ið vit kenna best, kunnu í høvuðsheitum býtast í tvey. Hetta eru prinsessan, ið er lutfalsliga passiv, og ónda heksin. Fyri gentur, ið vilja gera vart við seg í dagsins samfelag, er tó kanska hvørgin teirra rætta fyrimyndin.


Í týpiskum ævintýrum hava kvinnurnar ofta leiklutir, ið møguliga spegla tátíðarsamfelag og hugburð. Tær eru antin heldur passivar ella óndar. Kongsdøturnar bíða bert eftir at verða bjargaðar av vøkrum prinsum ella góðhjartaðum fátækradreingjum. Tann, ið giftist við kongsdóttrini, fær fyrst hálvt kongaríkið og síðani alt kongaríkið, tá gamli kongurin doyr, og kongsdøturnar ikki so frægt sum arva pápa sín.

 

Gívrarnar eru alt annað enn hjálparleysar prinsessur. Tær eru klókar og klára seg sjálvar, men verða lýstar ógvuliga neiliga – næstan sum um hugburðurin var, at kvinnur, ið ikki nýtast bíða eftir monnum, men klára seg sjálvar og kanska velja at liva uttan menn, eru nakað negativt.

 

Hetta sæst m.a. aftur í ævintýrinum um Snjóhvítu. Snjóhvíta er ógvuliga passiv og ger lítið og einki sjálv, meðan stjúkmóðirin dugir gand og tekur sakina í egnar hendur. Hjálparleysa og vakra Snjóhvíta verður lýst ógvuliga jaliga sum góðheitin sjálv, meðan klóka stjúkmóðirin verður lýst sum ónd.

 


Sterkar kvinnuligar fyrimyndir
Kvinnuligu høvuðspersónarnir í nútímans fantasyskaldskapi kunnu síggjast sum nútímans ‘prinsessur’ og ‘gívrar’. Tær eru tó broyttar til at spegla nútímans samfelagið. Tær verða nú lýstar sum ungar, smartar, sterkar, vakrar, vitugar og dugnaligar uttan at skula verða lýstar so óndar sum gívrarnar úr eitt nú ævintýrunum um Snjóhvítu og Tornarósu. Í fólkaævintýrunum brúka gívrarnar sín dugnaskap at gera óndar gerðir, meðan kvinnur úr fantasyskaldskapinum, ið brúka sín dugnaskap, verða lýstar jaliga.

 

Nógvar av dagsins gentum hvørki vilja ella kunnu identifisera seg við leiklutir sum tann hjá passivu Snjóhvítu ella stjúkmóðrini. Nútímans kvinnan skal typiskt vera sterk og kunna klára seg sjálv. Hon bíðar ikki eftir, at nakar prinsur skal bjarga henni, hóast hon kanska ikki hevur hug at avskriva ein fittan, romantiskan drong á einum hvítum hesti. Hann skal tó vera á hvíta hestinum, tí at hann heldur gentuna vera nakað serligt og gjarna vil gleða og imponera hana – ikki tí at hann neyðturviliga skal bjarga henni.

 

Kvinnur úr nýggjaru fantasysjangruni eru sostatt kanska meiri nútíðarhóskandi fyrimyndir fyri kvinnur og gentur úr hesari øldini. Dømi um hesar eru millum annað Katniss úr røðini um Hungursleikirnar, Hermione Granger úr Harry Potter røðini og allar tær mongu, sterku kvinnurnar í ‘Game of Thrones’.

 

Men hetta er kanska ikki heilt so einfalt heldur í dagsins einstaklingagjørda samfelag. Hetta er eitt rák, ið als ikki rakar allar kvinnur, og kvinnutýpurnar eru kanska eins nógvar, og tað eru kvinnur. Les meira um ævintýr og individualisering her.

 

 

Aktuelt
Seinasti filmurin í røðini um Hungursleikirnar verður at síggja kring heimin um miðjan desembur – í Føroyum fyrstu ferð 18. desembur. Tó mugu vit bíða heilt til mars ella mai 2016 eftir sættu sesongini av sjónvarpsrøðini ‘Game of Thrones’, men tá kunnu vit eisini gleða okkum til, at ein nýggjur sjónleikur um Harry Potter og hini sum vaksin verður pallsettur í London á sumri 2016. Tó er enn óvist, um júst Hermione er við ella ikki. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.