- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndarøð: Frank in a Phonebox í Bunkaranum
Bunkarin er navnið á ljóðstovuni hjá Benjamini Petersen og Mikaeli Blak. Teirra studio verður ikki rikið á vanligan kommersiellan hátt, men teir báðir hava, í samarbeiði við bretanum Fred Ruddick, framleitt tónleik í gott tvey ár.
- Bunkarin er okkara privata arbeiðsrúm, og eru eg og Mikael altíð við, tá ið arbeitt verður her, sigur Benjamin.
Tónleikanøvn, ið hava innspælt í Bunkaranum eru m.a. Ave, Marius Ziska, Benjamin, Guðrið Hansdóttir, Absent Silver King, Eivør, Greta Svabo Bech, 200, Lyon, Konni Kass og Ævintýraferðin.
Føroyingar og tónleikurin
Hóast vit ikki eru nógv fólk til tær nógvu ljóðstovurnar, hava føroyskir tónleikaframleigarir nógv at gera.
- Bunkarin hevur eitt nú gott samstarv við Studio Bloch. Tað er eitt fantastiskt høli, sum vit brúka nógv. Øll upptøkuhølini og tess eigarar hava eisini ymiskar dygdir, og er tað gott at kenna sínar avmarkingar og fortelja listafólkinum, ið hevur ein dreym um at útgeva sín tónleik, at hatta slagið av tónleiki dugir (onkur annar framleiðari, red.) nógv betri at upptaka, og tí burdi tú kanska heldur spurt hann.
Ov ungir at innspæla fløgu?
Allir limirnir í Frank in a Phonebox eru júst farnir úr tannáringaaldri, men hava tó flestir av teimum spælt tónleik leingi.
- Eg haldi ikki, at mann kann vera ov ungur ella ov gamal at innspæla. Um mann hevur okkurt upp á hjartað, sum mann heldur fer at gera okkurt gott í samfelagnum, so skal mann bara fáa tað úr systeminum hjá sær, heldur Benjamin.
Frá Eivør til sement luttakarar
- Tað er ikki so stórur munur á at arbeiða við royndum og ungum tónleikarum. Størsti munurin er sjálvsagt royndirnar, men tað noyðist ikki at vera eitt gott ting. Onkuntíð er tað tað naiva, sum gevur tær gásarhold. Mín uppgáva sum framleiðari og upptøkumaður í Bunkaranum er bara at fanga tað, sum listafólkini, ið koma í studio, hava upp á hjartað og fáa tað besta burturúr. Eg kann ikki gera ein hundalort til ein rækjukokkteyl. Summi duga tað, men eg royni altíð at fanga listafólkini, júst har tey eru, og so fáa tað niður á band.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |