- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mótmæla við menstruatión
Í Bretlandi verða tampongir og bind flokkað sum luksusvørur, og merkir hetta at 5 prosent verður álagt í søluskatti. Hesin skatturin verður ofta kallaður 'tampong-skatturin'. Í seinastuni hevur verið nógv rák um evnið, og hava fleiri bretskir politikarar sagt, at talan er um eitt greitt dømi um kynjamismun, tí at aðrar vørur, sum t.d. rakibløð og deodorant, ikki verða sæddar sum luksusvørur.
Tampongin er ikki ein luksusvøra
Yvir 250.000 undirskriftir vóru stuttsíðani innsavnaðar frá fólkum, ið ynskja, at skatturin verður strikaður, men nú hava nakrar kvinnur gjørt av at taka mótmælið eitt stig víðari og hava hava stillað seg uttan fyri bretska parliamentið, har tær bløða ígjøgnum hvítar buksur fyri at varpa ljós á, at tampongir og bind ikki eru óneyðugar luksus-vørur.
- Eg havi ofta hoyrt fólk siga, at um øll konufólk góvust við at brúka tampongir og bind, so hevði tað blivið ókeypis beinanvegin. Tí setti eg mær fyri at testa tað, sigur ein av mótmælarunum, Charlie Edge, sum leggur aftrat, at tær eisini savna pening inn til at keypa tampongir til kvinnur í fleiri herbergum í býnum.
Ólekkurt og skitið
Á sosialum miðlum hava kvinnurnar fingið nógvan stuðul, men tað eru eisini fleiri, sum finnast at teimum og siga, at mótmælishátturin er ólekkur og skitin.
- Tað er bara gott, um fólk verða provokerað og halda, at hetta er ólekkurt, tað prógvar bara, at tampongir ikki eru ein luksusvøra og tískil ikki eiga at skattast, sigur Charlie.
Hvat heldur tú? Er tampong-skatturin eitt dømi um kynjamismun?
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |