- Tíðindi, mentan og ítróttur
At fara blindur undir nálina
Framsýningin 'Whole Gory' hjá kenda og nógv eftirspurda tattovørinum, Scott Campbell, snýr seg fyri tað mesta um tvey ting: álit og dirvi. Til framsýningina, sum fólk hvønn dag kundu trekkja lut um at sleppa at vera við í, bjóðaði Scott at tattovera gestum ókeypis. Tó var ein treyt; tey sluppu einki at avgera sjálv.
Tattoverar uttan samskifti
Luttakararnir sóu einans ein vegg við einum holi. Hinumegin holið sat Scott klárur at tattovera ein og hvønn arm, sum kom ígjøgnum. Har var einki samskifti millum hann og tann, sum sat hinumegin veggin. Tá ein armur so bleiv stungin ígjøgnum holið, tattoveraði Scott júst tað, sum hann hevði hug til, meðan viðkomandi, sum átti armin, ikki slapp at síggja tattoveringina, fyrr enn hon var liðug.
Vælnøgdir luttakarar
Hóast eingin slapp at avgera nakað sjálvur, so vóru luttakararnir sum heild sera væl nøgdir við úrslitið og sluppu eisini seinni tosa um tað við tattovørin, tá hann bjóðaði øllum til døgurða, eftir at framsýningin endaði.
- Eg var ovfarin av, hvussu nógv samskifti í veruleikanum var millum meg og tann, sum bleiv tattoveraður. Hóast tey einki søgdu, so merkti eg ofta á mær, at ávísar tattoveringar ikki hóskaðu til ávísar armar, greiðir Scott Campbell frá. Eg hevði altíð eitt design klárt, tá onkur stakk armin inn gjøgnum holið, men eg broytti meining hvørja ferð og endaði tískil við at tattovera okkurt heilt annað.
Omanfyri sært tú nakrar av tattoveringunum, sum frívilligu luttakararnir hava fingið. Hevði tú torað at luttikið?
Ynskir tú at lesa meira um framsýningina, ella síggja fleiri myndir, kanst tú gera tað her og her.
Kelda: New York Times & Refinery 29
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |