- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tatoveringarnar hjá Heidi Lindenskov Róadóttir
Heidi Lindenskov Róadóttir er 18 ára gomul og býr í Kvívík. Hon gongur í 2.s í Hoydølum, og í frítíðini spælir hon sello, arbeiðir og skrivar.
Heidi hevur tvær tatoveringar, sum hon fekk sum 18 ára gomul. Báðar hava tað til felags, at tær mynda ávísa tíð í lívinum. Ta fyrru tatoveringina gjørdi hon í Spania í einum studio, ið eitur Bagwa Studio. Ta seinnu hevur Fjølnir gjørt.
LES EISINI: Tatoveringarnar hjá Anné Priess
- Eg havi fingið hjálp at tekna báðar tatoveringarnar. Ein vinkona í Danmark hjálpti mær við tí fyrru, meðan ein vinkona, sum eg gangi í flokki við nú, teknaði ta seinnu fyri meg. Báðar eru orginalar.
Sí hennara tatoveringar niðanfyri.
Tatovering 1
- Hetta er Dumbo, hin fílurin, sum kundi flúgva viđ oyrunum. Tann filmurin hevur ein sera týdningarmiklan boðskap, og tí bleiv hann tatoverađur á armin. Tá eg bleiv fødd, fekk eg ein lítlan grønan fíl, sum eg kallaði Dumbo. Fílin hevði eg hjá mær ígjøgnum allan mín uppvøkstur. Happin fylti ein stóran part av minum gerandisdegi, tá eg var ein smágenta, og tá var Dumbo mín besti vinur. Mær dámar annars so væl fílar, teir eru mítt yndisdjór.
Tatovering 2
- Hetta er eitt tekin uppá, at eg eri komin víðari frá ymiskum tingum, iđ hava vent um upp á lívið. Broytingarnar hava verið ringar, so ístaðin fyri at eg drakk meg skít hvørt vikuskifti, valdi eg at grava meg niður í bøkurnar. Skriving fyllir ein stóran part í mínum hjarta, orsakað av at eg havi lisið so nógv. Øll kenna til ,,The Semicolon Project", og um ikki, so googla tað. Eg havi sjálv verið í einum ringum stað og eri enn ikki komim heilt burtur úr tí. Hatta semikolonið er eitt tekin uppá, at eg stuðli teimum, ið stríðast. Eisini vísir tað, at eg brúki bøkur og skriving til at styrkja meg sjálva.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |