Samfelagsfrøði: koyrikortið í dagsins samfelag

Samfelagsfrøði: koyrikortið í dagsins samfelag
- Hvussu kann samfelagið tryggja, at borgararnir eru tilvitaðir um, hvussu búskapurin hongur saman, hvør politiskur flokkur dyrkar hvørja politiska hugmyndafrøði, og hvussu føroyska samfelagið skilur seg frá øðrum samfeløgum kring heimin?
08.12.2015 - 10:00

Bjarni Rasmussen hevur skrivað greinina.

 

Politikkur og búskapur. Tvey orð, sum eyðsæð eru sum grundsúlur undir einum og hvørjum samfelagi. Tvær “skipanir,” sum virka til at gerast meira og meira fløkjasligar, sum tíðin líður. Ein segði einaferð:

 

At hava eitt grundleggjandi skeið í samfelagsfrøði nærum má síggjast sum eitt koyrikort til at klára seg í dagsins samfelagi”… Og tað er veruliga nakað um tað.

 

Fólkaræði uttan tilvitsku

Fyri góðum trimum mánaðum síðani var løgtingsval her heima. Politikarar kjakaðust við lív og sál um skattaskipanina, eina fiskivinnunýskipan, eina pensjónsnýskipan, um føroysku bruttotjóðarúrtøkuna, um burðardygdina í Føroyum, FAS skipanina o.s.fr. Nógv ung fólk, umframt kanska líka nógv eldri, hava hvørki fingið høvd ella hala á hesum “umfatandi” orðum, og kundi tað líka so væl verið kinesiskt.

 

Nógv hava havt møguleika at “sett kross” í september mánaði, men hava ikki kent seg vís í teirra vali, og harvið er tað umboðandi demokratiið fallið eitt sindur úr sínari vanliga hávirdu støðu.

 

Hvussu vekir mann áhugan?

Men hvussu kann samfelagið tryggja, at hetta ikki skal koma fyri seg? Hvussu kann samfelagið tryggja, at borgararnir eru tilvitaðir um, hvussu búskapurin hongur saman, hvør politiskur flokkur dyrkar hvørja politisku hugmyndafrøði, og hvussu føroyska samfelagið skilur seg frá øðrum samfeløgum kring heimin? Eftir mínum royndum er at taka samfelagsfrøði, sum fak, eitt ógvuliga gott uppskot.

 

At hava havt samfelagsfrøði í skjótt tvey ár nú hevur fyri meg verið ein “eye-opener” fyri einari nýggjari og spennandi verð. At læra um búskaparliga renslið, og útfrá fakligari vitan kunna luttaka í kjakum um politiskt umstrídd evni, og ikki síggja “skíti býttur út,” er veruliga nakað, sum ger, at ein setir prís uppá samfelagsfrøði sum fak. Eisini at kunna gera egnar, fakligar hugleiðingar um, hví okkurt, sum tú lesur um á einum tíðindamiðli, er farið fram, sum tað er, ella hvørjar fortreytir eru fyri, at føroyski búskapurin antin fer at vaksa ella minka tey komandi árini, er bæði stuttligt og áhugavert.

 

Eitt fak, ið tú faktiskt kanst brúka

Tað er ikki tað vanliga fakið, har ið tú fært nógva vitan tveitta at tær, og tú ivast í, um tú nakrantíð kemur at nýta hesa vitan aftur, men ístaðin eitt fak, har tú næstan altíð kanst endurspegla teg sjálvan í frálæruni og sjálvur seta hana inn í veruligar støður, sum fara fram, ella eru farnar fram, í Føroyum.

 

Síðan 2013 hevur samfelagsfrøði C verið kravd lærugrein á øllum miðnámi, har næmingar síðan hava havt møguleika at velja tað á eitt hægri stig eisini.

 

Samtíðin manglar í skúlunum

Á heysti í 2012 var eitt lógaruppskot lagt fram fyri løgtingið um at gera samfelagsfrøði kravt sum einstakt fak í fólkaskúlunum, men tað varð felt.

 

Í løtuni hava fólkaskúlanæmingar fakið “søga og samtíð,” men vit øll, sum hava gingið í fólkaskúla, vita, at her vigar søguparturin væl meira enn samtíðarparturin. Tað vísir seg, at samfelagsligi áhugin hjá næmingum plagar at rakna við í framhaldsdeildini, og hevði tá verið upplagt at “stimbra” hendan áhugan við at toga samfelagsfrøði inn í skemaðið eisini; antin sum einstakt fak ella gjørt tað til ein tyngri part av søgu og samtíð.

 

Ein ágóði fyri øll

Umframt at geva næmingunum fortreytir fyri at seta “krossin” við góðari samvitsku einaferð, tá tey hava valaldur, gevur tað teimum eitt innlit í fleiri yrkisleiðir innan búskap, sosiologi, støddfrøði v.m., sum kemur at gera tað lættari at velja ta røttu breytina og leiðina á miðnámsskúlanum, sum ofta kann virka ógvuliga tupult.

 

Tað, at samfelagsfrøði nú er kravt á miðnámi, stuðlar heilt víst undir, at føroyingar gerast meira tilvitaðir, men atlit skal eisini takast til teirra, sum ikki velja at fara undir hægri lesnað… Ein politisk fatan er jú grundarsteinurin undir einum vælvirkandi, umboðandi fólkaræði.

 

Ver við í kjakinum

So at taka eitt skeið í samfelagsfrøði, haldi eg sjálvur vera ógvuliga hent, um ein hevur hug at vera við í, og skilja tað politiska prátið, sum so ofta fer fram. Eisini við alsamt fleiri fólkum, sum stroyma á alnótini og harvið lesa ymiskar greinar um hendingar kring heimin, fer eitt gott samfelagsligt skil at hjálpa tær at fáa greiði á “hvat, hví og hvussu.”

 

Í løtuni er samfelagsfrøði ikki á listanum yvir møguligar lærugreinir á Kvøldskúlanum, men vónandi verður tað at síggja har í framtíðini, soleiðis at tey, sum høvdu ynskt sær eitt skeið í samfelagsfrøði og ikki tíma aftur í miðnámsskúla, eisini hava ein møguleika.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.