Skaldið: Poula Eyðbjørnsdóttir

Skaldið: Poula Eyðbjørnsdóttir
Fyrr skrivaði hon smáar teknisøgur. Nú skrivar hon stuttsøgur, ið eru komnar á prent. Les brot úr stuttsøgum hjá unga høvundinum, sum eisini greiðir frá, hvussu tað var at taka við avbjóðingini at skriva 650 orð
11.12.2015 - 01:00

18 ára gamla Poula Eyðbjørnsdóttir hevur altíð dámað væl at skriva. Fyrr plagdi hon ofta at tekna og geva persónunum rollur, sum søgdu ymiskar setningar.

 

- Eg havi altíð skrivað. Fyrr plagdi eg at sita og tekna og geva persónum rollur. Tá skrivaði eg, hvat tey søgdu.

 

Smáu teknisøgurnar útviklaðu seg til stuttsøgur, og Poula er ikki heilt ókendur høvundur. Fleiri hava møguliga ikki givið sær far um tað, men tvær av hennara stuttsøgum hava verið at hoyrt í útvarpinum fyri góðum ári síðani.

 

Gjøgnumbrot við 650 orðum

Góðan Morgun Føroyar hevði saman við Rakel Helmsdal ein tátt, ið kallaðist 650 orð. Í hesum tátti kundu høvundar, kendir sum ókendir, senda stuttsøgur inn, sum í mesta lagi vóru 650 orð til longdar. Rakel gav høvundunum eitt evni, og so fingu tey eina lítla viku at skriva søguna. Poula sendi samanlagt fýra søgur inn, og tvær av teimum blivu lisnar upp. (hvørja viku blivu ein til tríggjar tær bestu søgurnar lisnar upp).

 

- Viðhvørt var tað eitt sindur ringt at fyrihalda seg til evnið. Mann hevur ofta hug at skriva meira, enn mann hevur lov til. Tann størsta avbjóðingin var kortini at avmarka seg til 650 orð.

 

- Jaaa... eg gjørdi mær tíð til at skriva

Hóast 2.g sigst at vera strævnasta árið á miðnámi, so nervaði tað ikki Poulu. Hon skrivaði allar fýra stuttsøgurnar, samstundis sum hon skrivaði kravdu stílarnar og uppgávurnar, sum nú eina ferð hoyra til á miðnámsskúlanum.

 

- Jaaa... eg gjørdi mær tíð til at skriva. Eg skrivaði onkuntíð í tímunum eisini, men tað var faktiskt ikki so torført at skriva. Eg brúkti ikki so nógva tíð upp á søgurnar, sum eg hevði kunnað.

 

- Tað er faktiskt ikki so ringt at fáa kritikk

Til táttin hjá GMF sendu 82 høvundar 153 tekstir inn tilsamans. Burtur úr hesum er bókin, Nýtt flog, sprottin. Í Nýggjum flogi eru 62 stuttsøgur prentaðar, og eigur Poula tvær teirra, Hey Mamma og Fjøðurin. Áðrenn søgurnar fóru á prent, pilkaði ritsjórin eitt sindur við tekstirnar.

 

- Fyrst bað eg vinkonur lesa søgurnar, áðrenn eg sendi tær inn til útvarpið. Tá útvaldu søgurnar skuldu við í savnið, pilkaði ritstjórin eitt lítið sindur við, men ikki so nógv. Tað skal til, at onkur pilkar við, fyri at teksturin skal blíva góður. Tað er faktiskt ikki so ringt at fáa kritikk.

 

Vil lesa jura, men ætlar sær altíð at skriva

Tá Poula verður liðug við student, ætlar hon sær niður at lesa jura. Kortini ætlar hon sær altíð at halda fram við at skriva.

 

- Eg ætli mær at royna alt møguligt slag av skriving og so taka tað harfrá og finna útav, hvat eg vil. At skriva fari eg í øllum førum altíð at halda fram við, sigur Poula Eyðbjørnsdóttir, ið hetta kvøldið hevur lisið eina av sínum stuttsøgum upp til tiltakið Orð og tónar hjá Sprotanum, har stuttsøgusavnið, Nýtt flog, varð lagt fram.

 

 

Omanfyri kanst tú lesa brot úr tveimum stuttsøgum hjá Poulu

 

Hey Mamma

Teir vóru á veg til nýggju íbúðina, hon lá eitt sindur uttanfyri býin, tí hann hevði lovað soninum, at teir báðir skuldu sova har í nátt. Tað hevði kanska verið í so nógv at lova, men lova var lova, so hann fekk ikki tikið tað í seg aftur. Men nú skuldi tað ikki fari at veri so langt eftir, bara eini tveir - hálvur triði tími eftir av áttatímalanga túrinum.

Teir høvdu lurtað eftir tveimum fløgum næstan allar hesar tímarnar, og nú var eldri vorðin troyttur av teimum, og  hevði sløkt. Men tað vildi lítli ikki, so teir høvdu kjakast um, hvat so skuldi vera frá, og tað var endað við, at yngri hevði vunnið; hann vildi lurta eftir fløgunum umaftur, og ikki lurta eftir útvarpinum, sum pápi hansara vildi. Fløgurnar vóru koyrdar frá aftur, og lítli sang við av fullum hjarta. Pápin mátti smílast; akkurát sum mamman.

Smádrongurin var síðani sovnaður, og tá var eldri glaður, tí tá kundi hann hvíla oyruni aftur eftir fleiri tímar av larmi.

 

"Eg. Eri. Svangur. Babba. Og eg vil pissa," hoyrdi hann enn eina ferð. Men hesa ferð kundi hann gleðast, tí fyri framman sá hann eina eitt bleikt ljós,  ein matstova.

"Tú skalt fáa eta og sleppa á ves um tveir minuttir, hann sjálvur," segði pápin erpin. Hann hugdi aftur í bakspegilin og sá á dronginum, at hann nikkaði váttandi; hann hevði eisini sæð matstovuna.

 

Aftur í ár

Sjálvandi, tað eru enn børn, sum koma út at spæla við meg; vit byggja kavamenn, spæla kavakríggj og gera kavaeinglar, men eingin er líka sum tú. Eg sakni teg. Í fjør, tá ið eg skuldi avstað, og várið kom, bleivst tú so stúrin. Tú vart ikki í sama góða hýri, sum tú plagdi. Tá eg sá teg, fyldgist tú altíð við einum manni. Tú smíltist ikki. Tú vart so syrgin. Og so vart tú farin at taka uppá. Búkurin vaks og vaks, hann sá út til at fara skrædna. Tá eg nú síggji teg, er tað altíð við einari lítlari gentu, men ongum manni. Gentann hevur sama máta at heilsa uppá meg, sum tú hevði, tá vart á hennari aldri.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.