Klumman: Jólagávuinnkeyp, LED-perur og politisk korrektheit

Klumman: Jólagávuinnkeyp, LED-perur og politisk korrektheit
Kára Bjarnadóttir Jakobsen skrivar um jólagávubaks, jólastress og irriterandi LED-perur
23.12.2015 - 16:30

Tað er tað sama. Posar. Fólk. Trokan. Og visakort. Ja, jólini eru yvir okkum.

 

Eg gangi frá metrostøðini á Kongens Nytorv og niðaneftir. Herar av fólki fara niðan- og omaneftir. Troka seg fram, sum vóru tey smáar kyknur, sum fóru glíðandi ímillum hvønn annan. Onkur við sekstan posum og einum andlitsbrái, sum avdúkar alt tað, sum hetta kæra menniskjað ikki hevur nátt enn. Ja, stressið surrar sum eitt stórt surr ímillum fjøldina.

Og so eru tað teir við longum, svørtum og heitum jakkum – væl innballaðir, tí teir eru kaldir. Teir, sum hava fáar, men flottar posar. Posarnir avdúka eisini vantandi mystikk – í posunum liggja nemliga vælinnpakkað undirklæðir ella okkurt frá nultu hædd í Magasin. Men heilt sikkurt okkurt, sum hon verður ordiliga glað fyri. Tað ivist eg ikki í.

Og so er eisini onkur, sum ikki er til staðar, ja, simpulten tí, at viðkomandi fekk orðnað sítt ”Projekt Jól” í august mánað. Men tað hevur kanska eisini sína sjarmu.

 

Ymisku kyknurnar fara knossandi og baksandi niðan eftir Strøgnum – ja, gøtan, sum knappiliga sær út sum sjálv Aorta. Blóðkyknurnar fara snávandi fram við Fona og Cos niðan til Storkaspringvatnið, har tær verða iltaðar og síðani pumpaðar víðari runt í skipanini. Summar enda á Købmagergade, aðrar í H&M – ja, her er talan um sera effektivar kyknur: Tær, sum orðna alt í einum. Og so eru summar, sum ikki fara so langt. Hesar verða bleytt pumpaðar inn í Georg Jensen ella Louis Vuitton, har tær vera væl móttiknar við sofistikeraðum, smáarrogantum og silvurløgdum gestikuleringum, sum eru truplar at siga nei til.

 

Í øllum ruðuleikanum eru summar kyknur, sum ikki ordiliga klára at fylgja við. Tær, sum ganga ein hálvan metur aftan fyri sína lívskyknu. Tær, sum hava fingið uppgávuna at bera flestu posarnar og siga ”ja, góða” við jøvnum millumbilum. Og tær, sum leita sær eftir einum stóli í hvørjum handli – stólurin, sum næstan altíð er upptikin av eini aðrari líknandi kyknu.

Og mann hugsar við sær sjálvum: Hevur tú valt hetta sjálvur, ella hevur málrættaða kyknan framman fyri teg sagt, at tú skalt við? Eg veit ikki. Men eg havi ofta ætlað at spurt teg kæra kykna, sum sær út til nærkast deyðanum hvørja løtu: Hví ert tú her?

 

Ímeðan verurnar fara summandi fram við mær við málrættaðum eygnabráum og einum hálvkøldum anlidsbrái, fái eg knappliga eygað á nakrar róligar kyknur, sum sita har, tær plaga at sita: Á Mama Rosa. Ikki tí, at maturin har er so sera spennandi, heldur ikki tí, at tænastan er so góð, men simpulten tí, at Mama Rosa liggur beint við lívsæðrina. Og so hevur Mama Rosa eisini hitalampur og nøkur reyð teppir, sum plaga at freista júst hesar kyknur: Tær føroysku kyknurnar.

Har sita tær so og guffa ein gemenan italskan rætt í seg innpakkaðar í boblujakkum og umringaðar við alskyns jólagávuposum. Hon heldur, at tað er ordiliga deiligt at vera niðri – ja, hetta er ræðuliga hyggens. Hann er glaður (og troyttur), tí hon er glað. Hennara BMI nærkast 29, og hann hevur umleið 29 hár á høvdinum. Hann hevur fingið sær eina øl, og hon hevur fingið sær sitrónvatn, sum skal bøta fyri Mozzarellasymfoniina, ið liggur plaskað á tallerkinum. Hann vísir henni eitt videoklipp á síni Iphone 6, sum hann hevur fingið frá arbeiðsplássinum, og hon flennir, tí hon heldur, at videoklippið er stuttligt. Og har sita tey hyggandi og flennandi. Og tað er deiligt. Tí einki er sum at hoyra hálvfeitar føroyingar flenna.

 

Nú er himmalin næstan svartur. Og nú bara hómar mann mongu kyknurnar, sum fara krúpandi oman og niðan við sama endamáli: At føra blóðið runt í æðrunum og sostatt halda lív í stóra kroppinum, sum tær allar eru partur av.

Tess myrkari tað verður, tess størri leiklut hava tær mongu jólaperurnar, sum hanga her og har. Perurnar, sum skulu geva býnum ein hugnaligan dám, men perur, sum faktiskt bara fáa býin at síggja út sum eitt sjálvlýsandi bordel. Perur, sum frá byrjan av vóru fløvandi og fjálgandi, men sum skiftu ham orsakað av politiskari korrektheit. Ja, jólaperur, sum blivu til mekaniskar LED-perur. So nú ganga kyknurnar aftur og fram í myrkri og billa sær inn, at hesar strittandi LED-perurnar eru hugnaligar. Men surrandi og snurrandi stressið ger, at tær ivaleyst ikki síggja, at LED-perur als ikki eru hugnaligar.

 

Gleðilig jól.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.