Spennandi FM-finalustríð hevur tikið seg upp í FTZ-deildini

Spennandi FM-finalustríð hevur tikið seg upp í FTZ-deildini
Spenningurin í FTZ-deildini er í hásæti! H71 eru byrjaðir at snáva, eitt fjórða lið hevur veruliga meldað seg inn í FM-finalu stríðið. Einki er avgjørt, og FM-finaluplássini eru enn víðopin
08.01.2016 - 01:00

Bjarni Rasmussen hevur skrivað

 

Støðan í FTZ-deildini í løtuni

H71 hevur enn ein tryggan oddasess, ímeðan VÍF, KÍF og Kyndil nú eru ógvuliga jøvn í stigum; tað eru einans 3 stig frá nummar tvey til fýra.

 

 

Kyndil ger comeback

Sum sagt er tað ikki fyrr enn nú, at eitt fjórða lið veruliga meldar seg inn í FM-finalustríðið, og tað er Kyndil.

 

Í hvørjum leikumfari eru 12 møgulig stig at heinta, og í fyrsta leikumfari megnaði Kyndil einans 4 stig. Teir fingu tó 7 stig í øðrum umfari, sum er meir enn eitt nú VÍF. Higartil, eftir tríggjar dystir í triðja umfari, hevur Kyndil vunnið 3/3 dystum og hevur sostatt gjørt eitt sterkt “comeback.”

 

Kyndil vs VÍF - Lagnudystur hjá Kyndli

Sunnudagin spæla VÍF og Kyndil.

 

Bæði liðini eru í góðum stima í løtuni, har Kyndil hevur fingið 8/8 møguligum stigum seinastu fýra dystirnar, og VÍF hevur fingið 7/8 møguligum stigum seinastu fýra dystirnar. Tað er tó merkisvert, at VÍF vann á oddaliðinum, H71, seinasta dystin hjá teimum.

 

Kyndil hevur sunnudagin heimavøll, og vinna teir dystin, liggja teir einans 1 stig aftan fyri núverandi 2’ara í deildini, VÍF. Tapir Kyndil, detta teir eitt sindur burturúr aftur, og eru 5 stig frá einum FM-finaluplássi

 

KÍF hevur ein dyst til góðar

KÍF hevur spælt ein dyst færri enn ávikavist VÍF og Kyndil.

 

Teirra næsti dystur er ímóti Neistanum, og verður hann leiktur í Kollafirði. KÍF er greiður favorittur undan dystinum, men hjá Neistanum hevur gingist væl seinastu fýra dystirnar, har teir m.a. hava javnað ímóti H71 og VÍF. Harumframt hava teir vunnið á STÍF.

 

Eftir hetta skal KÍF leika ímóti lutfalsliga unga liðinum hjá STÍF.

 

STÍF hevur svingað eitt sindur í úrslitum hetta kappingarárið. Hetta kann vera orsakað av vantandi rutinu hjá teirra ungu leikarum. STÍF hevur tó fleiri ferðir prógvað, at teir kunnu spæla upp ímóti fýra teimum fremstu liðunum, við sigrum á H71 og Kyndli, og javnleikum ímóti VÍF og KÍF.

 

Vinnur KÍF báðar sínar dystir, og Kyndil vinnur sín ímóti VÍF, hevur KÍF 21 stig, VÍF 20 og Kyndil 19; øll við 16 dystum leiktum.

 

Hvør byrjar seinasta umfarið í deildini sum 2’ari?

24. februar spæla VÍF og KÍF. Ein dystur, sum møguliga kemur at avgera, hvør kann byrja 4. – og seinasta - leikumfarið sum 2’ari.

 

Megnar Kyndil at vinna á H71, 17. januar, so er møguligt, at teir taka 2. plássið.

 

Tað hevur gingist væl hjá Kyndli, ímeðan H71, sum annars hevur havt fulla úrtøku í stigum alt kappingarárið, einans hevur fingið 3 av 8 møguligum stigum seinastu 4 dystirnar.

 

Spenningurin í FTZ – deildini er tískil veruliga raknaður við aftur, har ið oddaliðið byrjar at svinga í úrslitum, har tað er gjørt trengri á toppinum á stigatalvuni, og har Neistin, sum annars er næst niðasta liðið í deildini, veruliga er farið at prika til liðini omanfyri á toppinum.

 

 

Keldur: Úrslitatænastan hjá HSF

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.