- Tíðindi, mentan og ítróttur
Argentinski gandakallurin aftur heimsins bestur
Bjarni Rasmussen hevur skrivað
Ballon d’Or, umsett til gullbóltur, er ein heiðursløn, sum verður handað tí fótbóltsleikaranum, sum verður mettur til at hava avrikað best í undanfarna kalendaraárinum.
Tríggir tilnevndir – spenningur um tveir
Teir tríggir tilnevndu vóru teir báðir langtíðar-kappingarneytarnir, Lionel Messi og Cristiano Ronaldo. Eisini varð liðfelagin hjá Messi úr Barcelona, Neymar Jr, tilnevndur.
Hóast tað vóru tríggir “finalistar” tilnevndir til heiðurslønina, so hevur kjakið, um hvør fór at gerast vinnarin, mest tikið støði í “Messi vs Ronaldo” kjakinum.
Barcelona og Argentina hava verið stuðlandi faktorar
Allir tríggir leikarar hava verið flúgvandi í ár.
Barcelona, sum er liðið, sum Neymar og Messi leika við, vann tó tað sonevnda “Treble,” sum merkir, at teir vunnu sponsku deildina, La Liga, Champions league og sponsku steypakappingina Copa Del Rey.
Real Madrid hevur hinvegin ongan tittul vunnið í ár.
Sjálvur spældi Messi saman við liði sínum, Argentina, í finaluni í “Copa América,” sum er kapping, har landsliðini í Suðuramerika kappast.
Messi vann so í ár
Kjak kann leingi standast um, hvør veruliga er betri av teimum báðum. Báðir partar kunnu tó vera samdir um, at Messi, saman við Barcelona og Argentina, hevur gjørt tað ótrúliga flott undanfarna ár. Messi var eisini skaddur í góðar tveir mánaðir í 2015, og megnaði hann kortini at fáa eitt so sannførandi kappingarár; hetta hevur ovfarið nógv.
Í ár “stjól” Messi so gullbóltin aftur frá Ronaldo, eftir at Ronaldo hevði vunnið tvey ár á rað. Umframt í ár, vann Messi Ballon d’Or í árunum 2010 til 2012.
Filmsbrot av nøkrum av bestu løtunum hjá Messi á hansara fótbóltsleið síggjast niðanfyri
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |