Ársins mál, venjari og lið 2015

Luis Enrique
Ársins mál, venjari og lið 2015
Ársins mál 2015 skjeyt Wendell Lira, meðan Luis Enrique fekk heiðurin sum ársins venjari. Síggj eisini, hvørjir leikarar eru við á ársins liði
11.01.2016 - 22:45

 

Ársins mál 2015 skoraði brasilski framherjin Wendell Lira, ið spælir fyri Vila Nova. Hann skoraði eitt framúr saksispark ímóti Atletico Goianeinse, og tí varð hann valdur til at fáa “the Puskas Award” í kvøld. Síggj málið her:

 

 

Les eisini: Argentinski gandakallurin aftur heimsins besti

 

Luis Enrique fór avstað við heiðrinum sum ársins venjari 2015. Luis Enrique er venjari hjá Barcelona, ið liggur á einum øðrum plássi í sponsku La Liga. Hann megnaði m.a. at føra Barcelona til UEFA Super Cup í byrjanini av kappingarárinum eftir sigrinum á Sevilla í finaluni í Tblisi. Hinir báðir nomineraðu vóru Pep Guardiola og Jorge Sampaoli.

 

Ársins lið, ið varð kunngjørt í kvøld, sær soleiðis út: 

 

Legg merki til, at eingin leikari úr Premier League er við á ársins liði anno 2015. 
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.