Vinnur Leonardo endiliga ein Oscar?

Vinnur Leonardo endiliga ein Oscar?
Fólkakæri og sjarmerandi sjónleikarin, Leonardo DiCaprio, vann sunnukvøldið eina “Golden Globe“ heiðursløn fyri besta mannliga høvuðsleiklut. Oscar-heiðurslønirnar verða latnar sunnudagin 28. februar. Man Leonardo endiliga fáa handaðan sín fyrsta Oscar?
14.01.2016 - 22:30

Bjarni Rasmussen hevur skrivað

 

 

Titanic, Gatsby, Inception og listin heldur á

Mangir eru stórfilmarnir, sum Leonardo DiCaprio hevur leikað í: Titanic, The Departed, Inception, The Great Gatsby, The Wolf of Wall Street, bert fyri at nevna nakrar.

 

Hann hevur verið tilnevndur til Oscar heiðurslønir fyri besta mannliga høvuðsleiklut fleiri ferðir fyrr; seinast, tá ið hann spældi “the Wolf” í “The Wolf of Wall Street.”

 

The Revenant

Tann seinasti stórfilmurin, ið hann eisini hevur høvuðsleiklutin í, eitur The Revenant, sum Oscar vinnarin, Alejandro Gonzaléz Iñárritu, leiksjtórnar.

 

Filmurin snýr seg í stuttum um nakrar veiðimenn í USA, sum verða álopnir av indianarum. Teir, sum yvirliva álopið, flýggja, og aftrat at hava indianararnar at hugsa um, so verður Hugh Glass (Leonardo DiCaprio) álopin av einari bjørn og verður illa meinslaður.

 

Skaddur og vónleysur verður Hugh Glass svikin av einum á sínum veiðiliði, John Fitzergald (John Hardy), og missir hann eitt hitt dýrabarasta í lívi sínum. Filmurin snýr seg hereftir um, hvussu Hugh stríðist fyri at yvirliva, skaddur, tungur um hjartað og staddur í einum “kava-landi.” Hansara motivatión í stríðnum er næstakærleikin og vónin um at yvirliva.

 

Trailarin til filmin kann síggjast niðanfyri

 

 

Stórar stjørnur eru við í filminum, har Leonardo DiCaprio og Tom Hardy toppa listan. Tom Hardy er sjálvur nomineraður til ein Oscar sum “besti mannligi sjónleikari í eykaleikluti.”

 

Nógv gjøldur gjørt burtur úr Leonardo

Á sosialu miðlunum hevur nógv verið skrivað um Leonardo og hansara vantandi Oscar; allarhelst ikki fyri at niðurgera hann sum sjónleikara, men meira tí, at at tað verður hildið, at hann langt síðan átti at vunnið ein.

 

Ein skrivaði: ”What do Leonardo DiCaprio and I have in common?

We have won just as many Oscars.”

 

 

Hóast fólk halda, at hann í ár fer at vinna, so er einki víst.

Í 2014 vann hann eisini eina “Golden Globe" heiðursløn fyri besta mannliga høvuðsleiklut, men vann tá ikki ein Oscar.

 

Hvussu tað verður hesa ferð er enn ilt at siga, tí at tað enn er meira enn ein mánaður til Oscarhandanina. Væntast kann tó nógv trýst frá teimum sosialu miðlunum á atkvøðararnar, allarhelst til hansara fyrimun.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.