Nú kemur nýggjur Friends partur eftir 12 ár

Nú kemur nýggjur Friends partur eftir 12 ár
Leikararnir hittast til ein tveir tímar langan part av Friends, tó verður tað uttan Chandler
16.01.2016 - 18:15

Endiliga komu tíðindini, vit øll hava bíðað eftir. 90'ara sjónvarpsrøðin, Friends, verður víst aftur 21. februar.

 

Sitcom veteranur

Nýggi parturin er gjørdur fyri at heiðra leikstjóran, James Boworrows, ið stendur aftan fyri røðini. Hann hevur fyri stuttum leikstjórnað sín túsunda sjónvarpspart, og hevur hetta leitt til hugskotið um at samla gomlu leikararnar aftur.

 

James Burrows hevur m.a. leikstjórnað Frasier, Two and a Half Men og The Big Bang Theory.

 

Friends uttan Chandler?

Parturin verður sýndur 21. februar og verður tveir tímar langur. Tíverri koma vit ikki at síggja Matthew Perry, sum spælir Chandler Bing í røðini, í nýggja Friends partinum. Hann hevur boðað frá, at hann vegna venjingar til sín egna leik, The End of Longing, ikki fær komið til upptøkurnar. Tó fer hann møguliga at taka okkurt upp sjálvur fyri at heiðra leikstjóran.

 

Chandler er mest kendur fyri sínar stuttligu, sarkastisku viðmerkingar. Mynd: Buzzfeed.com

 

Ringt at fáa stjørnurnar at møtast

Hóast tað er kunngjørt, at hinir 5 leikararnir verða við, so verða teir nokk ikki í sama rúmi samstundis. So fáa vit at síggja, um tey við telduni fáa sett tey saman, ella vit bara mugu síggja tey spreidd yvir ymsu leikmyndirnar.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.