Frank og Casper gera comeback við nýggjari sesong av Klovn

Frank og Casper gera comeback við nýggjari sesong av Klovn
Góða, gamla serian Klovn heldur fram við einari sjeyndu sesong, sum eftir ætlan kemur út næsta ár
01.02.2017 - 17:30

Í dag varð kunngjørt, at væl umtókta danska serian Klovn heldur fram við nýggjum tilfari, og Frank Hvam og Casper Christensen lova eitt brak av einari sesong. 


Tað eru skjótt 12 ár síðan, at Klovn varð víst fyri fyrstu ferð á sjónvarpsskýggjanum, men skemtararnir báðir eru á einum máli um, at enn eru nógvar søgur, sum ikki eru fortaldar. 


Vit eru tó noydd at bíða nakað afturat, tí sesongin kemur eftir ætlan fyrst út næsta ár. Men Frank og Casper hava nógv jørn í eldinum, og tí kanst tú gleða teg til nýggja filmin hjá teimum, "Dan Dream", sum hevur frumsýning síðst í mars. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.