Klumman: Ræðast føroyingar fólk?

Klumman: Ræðast føroyingar fólk?
Eru føroyingar so fittir, blíðir og opnir, sum vit halda okkum vera? Ella eru vit eitt sindur heimføðisligir?
19.01.2016 - 11:00

Komin til New York, nokk ein tann kendasti býurin í heiminum, við eini rúgvu av fordómum.

 

Tað er ikki óvanligt har heima at siga: "Shit hatta er amerikanskt," vit vita jú alt um Amerika ígjøgnum filmarnar, vit síggja... Ella gera vit?

 

Vit føroyingar hoyra ofta frá útlendingum, at vit eru fittasta fólkið í heiminum.. Og tað havi eg eisini altíð hildið, inntil nú.

 

Ávegis út gjøgnum hurðina gjøgnumgangi eg tjekklistan hvørja ferð. "Halt fast í taskuni, ikki hav telefonina í lummanum osv..." Eg havi eina heilt klára mynd av, hvat tað er fyri ein typa, sum ætlar at stjala mína tasku.

 

Ein maður situr uttan fyri eina hurð, sum fer inn í ein skumlan kjallara, "goodmorning ladies, how are you," sigur hann, og eg hugsi beinanvegin: Shit, hvat vil hann!?

 

Men altso er tað so forbannað fitt at heilsa upp á fólkini, mann gongur forbíð á gøtuni? Og er tað farligt at spyrja, hvussu onnur fólk hava tað?

 

Vit reypa um í Føroyum, at her kennast øll, tí sigur mann hey við øll. Fuck tað.. Í New York kennir tú ongan, men tað forðar ongum í at siga hey.

 

Tá tú kemur inn í ein handil ella matstovu, so spyr viðkomandi við kassan, hvussu tú hevur tað.

Eg bleiv kløkk av mær sjálvari, tí eg dugdi næstan ikki at svara hesum simpla spurningi.. 

 

Er tað ikki púra vanligur fólkaskikkur? Eftir eina viku í hesum stóra býnum eru allir mínir fordómar vekk. Eg royni at smílast og siga hey, og eg royni at læra meg at svara, hvussu eg havi tað í dag.

 

Tú situr sikkurt og hugsar: "Bullshit, eg heilsi altíð upp á fólk," men tad er bara fantastiskt! Eg havi eina vón um, at vit føroyingar kunnu gerast betri til at góðtaka ymiskleikan og ikki ræðast fólk, sum eru eitt sindur øðrvísi og fólk yvirhøvur.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.