Tatoveringarnar hjá Anné Priess

Egin mynd
Tatoveringarnar hjá Anné Priess
Anné Priess vísir okkum sínar tatoveringar og greiðir frá, hví hon valdi at fáa sær júst hesar. Hetta er ein táttur, har ymisk fólk vísa sínar tatoveringar
11.02.2016 - 22:00

Anné Priess er 22 ára gomul og býr í Havn. Til dagligt gongur hon í HF í Hoydølum. Tá hon ikki er í skúla, arbeiðir hon sum reingerðisfólk hjá PM Pluss. 

 

Anné hevur fimm tatoveringar. Ta fyrstu fekk hon, tá hon var 15 ára gomul. Onkra hevur hon valt, tí hon heldur hana vera vakra, meðan aðrar hava annað enn visuellan týdning. Sí hennara tatoveringar niðanfyri.

 

 

Tatovering 1

 

- Ta fyrstu tatoveringina fekk eg, tá eg var 15 ár, av tí at eg ikki tordi at fáa mær eina alt ov stóra. Eg visti ikki, hvussu ilt, eg fór at fáa, og vildi heldur ikki angra ta, eg valdi mær. Tískil fekk eg mær tvey hjørtu, ið standa fyri meg og systur mína.

 

 

Tatovering 2

 

- Tann næsta, eg fekk mær, var í 2013. Tað er ein tekstur úr ein av mínum yndis sangi hjá Avenged Sevenfold. Eg haldi, at teksturin er so sigandi. 

 

 

Tatovering 3

 

- Nummar trý fekk eg mær í Turkalandi í 2014. Hetta er mítt eftirnavn, og av tí at vit bara eru tvey í Føroyum, sum eita Priess (pápi mín og eg), og eg haldi, at tað er eitt vakurt og sjáldsamt eftirnavn, fekk eg mær hetta sum tatovering.

 

 

Tatovering 4

 

- Nummar fýra hevur ikki nakran týdning fyri meg, uttan tað at eg haldi, at tatoveringar eru eitt slag av kunsti og haldi, at hendan var so vøkur, at eg mátti hava hana.

 

 

Tatovering 5

 

- Nummar fimm er tann, ið hevur mest at siga fyri meg. Tað er mín lítli eingil, sum eg misti, tá ið eg var 18 ár. Eg var við barn og fann út av tí, tá eg var komin sindur yvir 2 vikur. Eg var so spent uppá at møta hesum gullklumpi, men soleiðis bleiv ikki. Eg gekk og taldi dagar niður, til eg var komin tríggjar mánaðir, sum skal vera tann tíðin, hvar mann er tryggjaður og ikki missir. Fýra dagar áðrenn tann dagurin kom, misti eg mítt lítla baby, tí havi eg valt at tatovera mær ein babyeingil á armin, so at eg altíð havi mín lítla eingil við mína lið, sum hjálpir mær og styrkir meg.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.