- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málmurin sprettur aftur við 12 bólkum
Wacken er heitið á heimsins størsta málmfestivali. Teir báðir fyrstu dagarnir á týska festivalinum hýsa altjóða kappingini, Wacken Metal Battle. Eitt slag av Battle of the Bands við málmbólkum.
Nýbyrjarar gjørdust meistarar
Flestu fólk kenna málmbólkin Hamferð, men fá vita, at hann vann heimsmeistaraskapið í málmtónleiki. Føroyar vóru við fyrstu ferð í 2012, og vann hann tá eisini fyrsta plássið í altjóða kappingini í Týsklandi.
Sjónbandalagið hjá Hamferð undir sólarmyrkingini í fjør. Higartil er filmurin sæddur 274.341 ferðir.
Málmsmentanin setir met
Talið av tilmeldaðum bólkum hevur svingað úr átta til tíggju, og sostatt er hetta eitt metár.
Teitur Egholm Fossaberg er í nevndini í Upp Við Hornunum, áhugafelagnum, ið m.a. skipar fyri Wacken Metal Battle.
- Vit hava sett eitt nýtt met fyri tilmeldingar hesa ferð, og tað er nakað, ið eg yvirhøvur ikki hevði væntað, fyri at vera heilt ærligur. Eg eri eisini sera glaður fyri, at har eru fleiri bólkar, ið eg ikki havi sæð á palli fyrr, og tað er altíð nakað, eg gleði meg til.
Eyðun Hvannastein, forsangari í Goresquad og Reduced to Ash. Mynd © Hanna Vang
Føroyingar vóru við í kappingini í 2012, 2013 og 2014 við ávikavist Hamferð, SIC og Earth Divide. Í 2015 varð ein pausa, sum skuldi geva bólkunum tíð at gera nýtt tilfar og kanska fáa nakrar nýggar bólkar at spretta.
- Møguliga er tað tí, at vit tóku eitt pausuár og góvu bólkunum eitt sindur av rúmi at anda og skriva nýtt tilfar. Tað var blivið eitt sindur tunt í bólkum, tá vit høvdu havt kappingina trý ár á rað, so steðgurin kom í røttu løtu, haldi eg.
Umframt at skipa fyri føroysku kappingini, er Teitur dómari í undanumfarinum í Danmark og í tí endaliga í Týsklandi.
Teitur Egholm Fossaberg endar kvøldið í 2014. Mynd © Eija Makivuoti.
Dygdin veksur
Teir bólkarnir, ið hava vunnið kappingina áður, sleppa ikki við aftur. Kappingin er sostatt tríggjar dugnaligar bólkar fátækari.
- Tað, sum eg havi lagt merki til bæði í Danmark og í Føroyum, er, at dygdin fellur øgiliga sjáldan hjá bólkunum, ið luttaka. Teir blíva betri og betri, og tað hava vit fleiri dømir um í føroysku kappingini. T.d. hava bæði Reduced to Ash og Goresquad verið við fyrr, men vunnu einki, og teir hava alíkavæl lyft støðið so mikið langt upp, at teir skulu spæla á størsta málmfestivalinum í Íslandi, Eistnaflug. So dygdin veksur og veksur hjá so gott sum øllum bólkunum.
Síggj skránna til Eistnaflug festivalin í Íslandi her!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |