- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú kanst tú meira enn bara at "like'a"

Tú kennir tað kanska. Okkurt vinfólk leggur eitt syrgiligt filmsbrot út á Facebook av hungrandi gøtuhundum í Russlandi, og tú trýstir á tummilfingurin fyri at vísa samkenslu ella kanska bara fyri at vísa vini tínum, at tú hevur hugt eftir brotinum.
"Tær dámar hetta"
Men hvat hendir? Knappliga stendur "<títt navn> dámar hetta" Shit. Tað følist kanska ikki heilt rætt. Halda fólk nú, at tær dámar, at hundar doyggja í hungri í Russlandi? Ella halda tey, at tær dámar, at vinur tín ger vart við trupulleikan á Facebook? Jú, "like"-knøtturin funkar onkuntíð væl, men vit munnu vera mong, sum hava sakna eitt alternativ.
Seks nýggj ikon
Hetta hevur Facebook umsíðir skilt. Í vikuni góvu tey okkum heili seks ymsar reaktiónir, ið vit kunnu velja ímillum. Tann upprunaligi like-knøtturin er har enn, men tá tú heldur pílin uppiyvir honum, sleppur tú at broyta tummilin til eitt av nýggju ikonunum: Love, Haha, Wow, Sad ella Angry, ið tú sært niðanfyri.
Samanborið við gamla "like"-knøttin, so tykjast nýggju valmøguleikarnir avgjørt at vera eitt framstig, tí tú nú hevur fleiri hóskandi reaktiónir til teir filmar, myndir og dagføringar, ið tú sært á Facebook. Men hvør veit? Kanska onkur fer at sakna tær óhepnu støðurnar, ið like-knøtturin onkuntíð hevur sett okkum í.
Hvat heldur tú?
Kelda: Geek
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |