- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rokkar tú?
Ert tú ein rokkari, sum leingist eftir einum palli, ella leitar tú kanska enn eftir tíni innaru Joan Jett? So er rokk-legan, ið verður 22.-26. juni, júst nakað fyri teg.
Javnstøðustjørnur
Tað eru Norðurlandahúsið og Tórshavnar Musikksúli sum hava sligið seg saman og verða vertir fyri rokk-leguni "Gentur Rokka", ið er ætlað gentum og ungum kvinnum í aldrinum 14-19 ár.
Á leguni er pláss fyri 20 luttakarum, sum saman sleppa at spæla í bólki, skriva sangir og at luttaka í verkstovum um tónleik og javnrættindi. Legan endar við eini stórari finalu, har luttakararnir sleppa at framføra fyri almenninginum á eini endakonsert í Norðurlandahúsinum, sum verður 26. juni.
Lær at rokka ljóðføri
Leiðarar á legunum og verkstovunum verða kvinnuligir tónleikarar úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Legan hevur endamálið at eggja ungum kvinnum at spæla rokk, og tískil er tað heldur ikki neyðugt, at tú dugir at spæla nakað ljóføri frammanundan fyri at kunna luttaka.
Freistin at melda teg til er 30. mai, og kanst tú gera tað her.
Hoyr Ingibjørg Turchi, ið er ein av leiðarunum, greiða nærri frá tiltakinum her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |