- Tíðindi, mentan og ítróttur
Síggja introvertir og extrovertir persónar veruleikan á sama hátt?
“Oyðileggja extrovert kanningar hjá sálarfrøðingum?” Soleiðis ljóðaði yvirskriftin á eini grein hjá LiveScience. Greinin lýsti, hvussu extrovert menniskju svara spurnarbløðum hjá sálarfrøðingum meir ekstremt, enn hvat introvert menniskju gera. Um spurningurin var, hvussu væl teimum dámdu eina náttúrumynd, ella hvussu ørg tey høvdu verið, um ein ormur var í teirra salati, so var úrslitið tað sama - men tey extrovertu høvdu svarað við kraftigari reaktiónum, enn hvat tey introvertu gjørdu.
So er spurningurin: Uppliva extrovert heimin meir extreman, ella hava teir betri hug til at orða seg kraftiga? Um svarið er tað seinna, so kann tann yvirdrivna málnýstlan órógva mátan, sum vísindamenn royna at lýsa heimin objektivt.
Sambært Rick Howard, sum er professari á University of Nottingham, er tað natúrligt hjá extrovertum at úttrykkja tær positivu kenslurnar sum gleði og nøgdsemi kraftigari enn introvert. So er lætt at spyrja, um extrovert so eru meir optimistisk - "góð" ella ov einføld og góðvarin - "ring". Lat okkum í staðin spyrja, hvat hetta hevur at siga fyri sambandið millum introvert og extrovert, tá tey síggja tað sama á so ymiskan hátt.
Donna McMillan, sum heldur seg vera extroverta, minnist aftur á, tá ið hon og maðurin høvdu gjørt tvíflís at taka við í eina veistlu.
"Eg segði okkurt sum: "Hetta er besta tvíflís, eg havi roynt í lívinum!" Maðurin hjá mær, sum hevur lyndi at vera meir introvertur, svaraði so: "Hetta smakkar væl," segði hon. "Eg eri ikki púra vís í tí, men eg haldi, at okkum báðum dámdi rættin líka væl" legði hon aftrat. "Men eg eri ikki vís í tí."
"Tað er lætt at misskiljing kemur í, um eg sigi: "Heimsins besta tvíflís," og tú svarar: "Ja, hetta smakkar væl" - eg hevði mist luftina. Men um tú hevði latið sum um, at tú helt tað vera heimsins besta tvíflís, men ikki veruliga meinti tað, so hevði tú eisini kennt teg eitt sindur óektaðan saman við mær."
Tí er tað týdningarmikið, at vit virkuliga skilja, hvussu fólk hugsa og føla - soleiðis at vit ikki taka ymiskleikan ov tungt. Ofta hava introvert lætt við at óttast, at extrovert halda tey vera ov seriøs, meðan extrovert stúra fyri at vera ov fjasut og bara "ov nógv".
Hvat halda tit um hesa kanningina? Er hetta nakað, tit kenna aftur frá tykkara lívi?
Kelda: quietrev.com
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |