- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frøðingurin velur bøkur

Kristin Marja Baldursdóttir: Karitas við ongum heiti og Ruðuleiki á lørifti
.jpg)
.jpg)
Mynd: sprotin.fo
Karitas Jónsdóttir veksur upp í einum stórum systkinabólki við einligari mammu í veðurbardu Vestfirðunum í Íslandi fyrst í 20. øld. Hóast trong kor setur mamman sær fyri, at øll hennara børn skulu fáa eina útbúgving - eisini genturnar.
Karitas sleppur inn á listaakademiina í Keypmannahavn og gerst harvið listafólk. Afturkomin til Íslands skal hon fóta sær sum listafólk og kvinna í senn. Tað er als ikki lætt, og tað letur samfelagið kring hana heldur ikki gloyma. Lívið hjá Karitas gerst eitt stríð at fylgja dreyminum sum listafólk, samstundis sum tað verður kravt av henni, tað ið kravt varð av øllum kvinnum tá í tíðini: at vera heimagangandi húsmóðir. Og at fáast við list hoyrir ikki til tað starvið, greiðir Guðrun frá um bøkurnar.
- Bøkurnar eru ein innilig og fangandi søga um hesa ævigu togtoganina í lívi Karitasar. Um allar hinar sterku kvinnurnar, ið eru í lívi hennara, og um tey kor, sum kvinnur livdu undir í Íslandi í 20. øld.
Bøkurnar eru báðar týddar til føroyskt.
Isabell Allende: The House of the Spirits

Mynd: goodreads.com
Chilenski rithøvundurin, Isabel Allende, skrivaði The House of the Spirits í 1982. Søgan fylgir fýra kvinnum gjøgnum fýra ættarlið hjá Trueba familjuni. Søgan er øll lýst gjøgnum sjónarhornið hjá yngstu gentuni, Albu, og abba hennara, Esteban.
- Suðuramerikanskar bókmentir eru kendar fyri sín yvirnatúrliga dám, eisini kallað magisk realisma. Hendan bókin er onki undantak, tí í henni eru bæði andar og spøkilsir, fólk kunnu spáa framtíðina, og lutir kunnu sveima í leysari luft. Men mitt í øllum tí yvirnatúrliga er eisini ísakaldur veruleiki við politiskum rembingum, stættarstríði og eisini eitt sindur av forbodnum kærleika.
Bókin er litrík og stuttlig, men eisini full av álvara og viðger tíðarleys evni og trupulleikar, sigur Guðrun.
Bókin er á enskum og donskum.
Margaret Mitchell: Gone With the Wind

Mynd: coverbrowser.com
Gone With the Wind snýr seg um ta forkelaðu gentuna, Scarlett O’Hara, sum er dóttir ein ríkan plantasjueigara í suðurstatinum Georgia í USA. Tá borgarakríggið brestur á, verður tað behagiliga og góða lívsgrundarlagið hjá Scarlett skrykt undan henni og familjuni, og knappliga er lívið ikki so lætt longur. Samfelagið vendist upp og niður, og Scarlett má taka sakirnar í egnar hendur, um hon vil fáa skil uppá lívið aftur. Tann snobbuta plantasjueigaradóttirin, sum aldrin hevur manglað nakað, má nú bretta upp ermar og fara til verka.
Scarlett er treisk og viljasterk og als ikki bangin fyri at taka tað ópopuleru avgerðina fyri at koma víðari í lívinum. Hennara hugsanarháttur og ágrýtni er nærum aldrin í samsvar við samfelagsins normar, og hetta er tað bara Rhett Butler, ið skilir og setur prís uppá. Samband teirra skiftir ofta ígjögnum söguna, og tey eru bæði “partners in crime” og ringastu fíggindar í senn, sigur Guðrun.
- Bókin er ein fangandi og spennandi søga um at finna fótafestið aftur, tá teppið er blivið skrykt undan tær, og ein kærleikssøga av teimum heilt stóru.
Bókin er á enskum og donskum.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




